Johan Dahl framløgu á ICES ráðstevnu í Bergen um burðardygga alivinnu
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevði fyrr í vikuni framløgu um føroyska aling á ICES ráðstevnu í Bergen.
ICES er farið undir at leggja áherðslu á burðardygga alivinnu, og á ráðstevnuni varð leikluturin hjá ICES sum vísindaligur ráðgevandi stovnur innan aling viðgjørdur.
Landsstýrismaðurin lýsti í framløguni menningina av føroysku alivinnuni og legði dent á, at myndugleikar og alarar í felag mugu fremja burðardygd í alivinnuni.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum greiddi frá, at eitt sterkt regluverk og gott samstarv millum myndugleikar og vinnu er avgerandi fortreyt fyri framburði; men eisini er týðandi, at øll hava eitt aðalmál um at seta djóraheilsuna í hásæti.
- Alivinnan má vera lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygg, og hetta gevur eisini bestu búskaparligu úrslitini fyri vinnuna, segði Johan Dahl í røðuni.