Johan Dahl: Føroyar og Noreg menna samstarv um alilóggávu og gransking
Á fundi millum landsstýrismannin í vinnumálum og norska fiskimálaráðharran er avtalað samstarv um umsiting og gransking innan alivinnu
- Føroyar hava millum annað fyrsta floks reglur um, hvussu økir, har fiskaaling fer fram, skulu umsitast. Hetta vita tey í Noregi, sum nú vilja læra, hvussu føroyska lóggávan á økinum virkar.
Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum hevur havt fund við norska fiskimálaráðharran, Elisabeth Aspaker.
Norska stjórnin er farin undir at endurskoða sína alilóggávu, og í hesum sambandi ynskir hon at fáa kunnleika til føroyska alilóggávu – serliga í mun til økisumsiting.
Broytingar í norsku alilóggávuni eru eisini áhugaverdar fyri Føroyar, tí at tær í størri mun nýta metingar, umhvørvi og burðardygd sum stýringstól fyri framtíðar menning av alivinnuni.
Hetta samstarv byrjar nú á embætismannastigi, og samstundis verður nú arbeitt við spurninginum, um og hvussu avtala kann gerast millum Føroyar og Noreg um granskingarsamstarv innan alivinnu, serliga við atliti at ES-granskingarskránni Horizon 2020.
- Tað er fyrimunur fyri báðar partar at samstarva, og økt gransking innan aling kann vónandi vera við til at flyta okkara vinnu víðari fram á leið og við tíðini styrkja sterka føroyska kappingarførið upp aftur meira, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.