Johan Dahl fegnast um framkomna navigatiónstøkni hjá Atlantic Airways
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, er sera fegin um, at tað hevur eydnast Atlantic Airways at fáa endaligt loyvi frá loftferðslumyndugleikunum at brúka framkomna RNP AR (Required Navigation Performance) tøkni til inn- og útflúgvingar í Vágum.
- Hetta er eitt stórt framstig og merkir betri reglusemi fyri brúkaran. Staðsetingin hjá Vága Floghavn og veðurviðurskifti í Føroyum hava við sær nakrar avbjóðingar fyri flogferðsluna. Henda nýggja tøknin hevur við sær økta trygd og betri innflúgvingar og tískil eina betri tænastu til brúkaran, sigur Johan Dahl.
RNP AR tøkni er serliga væl egnað at brúka til flúgving millum fjøll og avbjóðandi veðurviðurskiftum. Loyvið, sum Atlantic Airways hevur fingið at brúka RNP AR tøkni, er tað fyrsta av sínum slagi í Evropa.