19.08.2010 · Umhvørvismálaráðið

Javnstøða hevur avgerandi týdning fyri framhaldandi menning av føroyska samfelagnum

Javnstøða hevur avgerandi týdning fyri framhaldandi menning av føroyska samfelagnum

Sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri javnstøðumálum er javnstøða millum kynini eitt øki, ið verður tikið í størsta álvara í Vinnumálaráðnum.

Eg eri púra samdur við forkvinnuni í Javnstøðunevndini, Kristionnu W. Poulsen, at ein av teimum størstu avbjóðingunum fyri okkara land komandi árini er at økja talið á kvinnum, sum búgva í Føroyum og serliga yngri kvinnur í burðadyggum aldri. Sostatt  er neyðugt at gera Føroyar meira lokkandi fyri kvinnur og arbeiða fyri, at tær fáa viðkomandi avbjóðingar og kenna seg væl í okkara mentan. 

Tó so má eg rætta Kristionnu W. Poulsen, tá hon í viðmerking til løgmansrøðuna herfyri leggur politisku leiðsluna undir ikki at vísa málum ans, ið viðvíkja javnstøðu millum kyn, og undir einki at gera við hetta týdningarmikla økið. Undir viðgerðini av løgmansrøðuni kunnaði eg í mínari røðu og í svarum til spurningar frá tinglimum um tey átøk, ið ætlanin er at seta í verk á javnstøðuøkinum komandi árini.

Sum landsstýrimaður taki eg javnstøðu í álvara og eri av teirri áskoðan, at økt javnstøða í Føroyum er gott fyri samfelagið, bæði búskaparliga og mentunarliga.Javnstøða er eitt mál, sum viðvíkur bæði kvinnum og monnum, og tí verður arbeitt við einari virkisætlan fyri komandi  fýra árini, ið hevur til endamáls at bøta um javnstøðu í Føroyum. Virkisætlanin hjá Vinnumálaráðnum fevnir um átøk fyri økta javnstøðu millum kvinnur,  menn,  gentur og dreingir.

Nøkur av átøkunum, sum eru við í tilmælinum til javnstøðuheildarætlan kunnu nevnast her:

  • Tryggja áhaldandi arbeiðsmarknaðarkanningar fyri at fáa vitan um javnstøða á arbeiðsmarknaðinum.
  • Fáa samstarv í lag við nakrar føroyskar fyritøkur og almennar stovnar fyri at royna eina skipan, sum ber í sær, at tey orða og seta í verk ein javnstøðupolitikk, ið skal vera galdandi á fyritøkuni/stovninum.
  • Mentorskipan fyri kvinnur sum vilja gerast leiðarar í privatu vinnuni.
  • Kvalitativ kanning av korunum hjá føroyskum kvinnum í Føroyum og í Danmark.
  • Kunning/átøk í fólkaskúlum/miðnámsskúlum við tí endamáli at víðka siðbundnu fatanina, tá menn og kvinnur velja yrkisleið/útbúgving.
  • Kortleggja avbjóðingarnar í sambandi við at færri menn enn kvinnur nema sær hægri útbúgving.
  • Átøk um kynsleiklutir/tilvitan um kyn í námsfrøðiligum og skúla høpi.
  • Áheitan á allar flokkar um at hava eins nógvar kvinnur á valevnislistunum.
  • Endurskoða javnstøðulógina.
  • Broyta barnsburðarfarloyvi.

Tað er avgjørt neyðugt hjá teimum samfeløgum, sum vilja skapa vøkstur og hava góðan trivnað fyri borgarar at taka javnstøða í álvara. Hetta er ikki minst galdandi fyri Føroyar, ið hevur eina røð av avbjóðingum á javnstøðuøkinum. Omanfyrinevndu átøk fevna rættuliga vítt, og vil eg gera mítt til at fáa hesa ætlan fyri javnstøðu komandi árini setta í verk.