05.05.2009 · Umhvørvismálaráðið

Javnstøða er millum kynini í flestu nevndum

Javnstøða er í flestu nevndum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur skyldu at velja. Einasta undantak er nevndin fyri Atlantic Airways, ið var trupul at samanseta

Svar til opið bræv um nevndarval í Atlantic Airways.
 
Um hugt verður at hjálagda yvirliti yvir nevndarlimir í partafeløgum og grunnum, eg sum landsstýrismaður varði av, sæst, at javnstøða millum kynini er í øllum nevndunum, tó ikki í nevndini fyri Atlantic Airways.
 
Eg umsiti javnstøðumál og eri tí upptikin av, at javnstøða valdar í nevndunum, eg havi skyldu at velja. Tað var ikki javnstøða í nevndini, sum var fyri Atlantic Airways, og eydnaðist tað tíverri heldur ikki hesu ferð.
 
Valið av nevndini fyri Atlantic Airways var av ymsum orsøkum sera trupul, har atlit skuldu takast til fleiri áhugamál og viðurskiftir. Tó skal eg standa við ábyrgdina, eg havi av, at tað ikki eydnaðist at fáa javnstøðu í nevndina.Hetta verður tó eitt atlit, sum fer at liggja frammarlaga eina aðru ferð.
 
Í opna brævinum, sum er sent mær, verður spurt um, hvørjar førleikar, umboðini hjá landsstýrinum í nevndini hjá Atlantic Airways hava, sum ongin kvinna í landinum hevur.
 
Við tað, at landið ikki er einsamallur eigari í Atlantic Airways, og tá rætturin at velja nevndarlimir ikki eru reguleraður í partaeigarasáttmála, vórðu størru partaeigararnar tiknir við uppá ráð í sambandi við nevndarvalið.
 
Yvirskipað sæð hevði eg í huganum, at nevndin skuldi vera sett saman soleiðis, at hon á ein effektivan og frameftirlítandi hátt er før fyri at taka sær av sínum leiðsluuppgávum - herundir strategisku uppgávunum og eftirlitsuppgávunum – og samstundis vera ein konstruktivur og skikkaður sparringspartnari fyri stjórnina. Samstundis er umráðandi, at nevndin altíð tekur avgerðir óheft av seráhugamálum.
 
Í mun til virksemið hjá Atlantic Airways og til tær avbjóðingar, sum felagið hevur fyri framman, havi eg lagt dent á hesar førleikar:
 
 
a)      Royndir at reka vinnuvirksemi
b)      Royndir at reka vinnuvirksemi innan vinnugreinina (flogferðslu)
c)      Vitan um felagið (P/F Atlantic Airways)
d)      Vitan um evropeiska flogferðslumarknaðin
e)      Royndir at virka á liberaliseraða evropeiska flogferðslumarknaðinum
f)        Royndir við altjóða vinnuvirksemi annars
g)      Búskaparligan og fíggjarligan førleika
h)      Førleika innan strategiska leiðslu
i)        Royndir við nevndararbeiði
 
Hjálagt er eitt yvirlit yvir nevndarlimir í nevndum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum velur.
 
 
Johan Dahl
landsstýrismaður
 
Nevndarlimir
 
Atlantic Airways
Bjarni Bjarnason, formaður
Petur Jónasson Eiriksson
Jens Willumsen
Kaj Johannesen, næstformaður
Verna Løvendahl-Rasmussen                    
Ingi Solberg Joensen
 
Føroya Tele
Heini Zachariassen, formaður
Reidar Nónfjall, næstformaður
Randi Fredriksberg
Ulla Sutherland Stenberg
Jónhild Rasmussen
 
Vága Floghavn
Kitty May Ellefsen, formaður
Johannus Egholm Hansen, næstformaður
Bárður Nielsen
Evy Jacobsen
Johan í Niðristovu
 
Fiskaaling
Sigurð Vang, formaður
Rúni Weihe                                               
Ragnar Joensen
Leif av Reyni
Jóanna Djurhuus
Turið Mørkøre
Astrid Hansen
 
Postverk Føroya
Ben Arabo, formaður
Brynhild Setberg, næstformaður
Peter Holm
Petur Emil Tausen
Korinta Jarnfoss
 
Framtaksgrunnurin
Gloria Kalsø, formaður
Rúna Hilduberg, næstformaður
Hans Jákup Mikkelsen
Jóhannes Jensen
Annika Waag
 
 
Vinnuframagrunnurin
Hertha Olsen, formaður
Marita Rasmussen
Gissur Patursson
Alexander Samuelsen
Magnus Danielsen
 
Smyril Line
Klaus Kjærulff, formaður
Jens Meinhard Rasmussen
Súsan Klein Gregoriussen
Linda Guðleygsdóttir
Hendrik Egholm
 
Føroya Lívstrygging
Poul Hansen, formaður
Súsanna Sørensen, næstformaður
Una Joensen
Jógvan Mørkøre
Gunnleivur Dalsgarð