Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017 hækkar játtanin til neyðhjálp úr 1 mió. kr. upp í 4 mió. kr.
Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi. Seinnu árini er neyðhjálpin latin eftir áheitan og í samstarvi við hjálparfelagsskapir, bæði føroyskar og útlendskar, herundir altjóða stjórnarfelagsskapir undir Sameindu Tjóðum. Eitt nú lat Landsstýrið fyrr í ár, í samstarvi við Reyða Kross Føroya, 1 mió. kr. til humanitera neyðhjálpararbeiðið í Sýria. Játtanin til neyðhjálp verður umsitin av uttanríkistænastuni í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum.
- Sum partur av altjóða samfelagnum hava vit føroyingar skyldu at taka á okkum at hjálpa neyðstøddum úti í heimi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
- Játtanin er neyðhjálp hevur verið ov lág í mun hvat verður latið av londum, sum vit samanlíkna okkum við. Vit eiga tí at hækka játtanina, og ætlanin er at hækkað játtanina aftur í 2018 og 2019, so vit koma uppá 10 mió. kr. Og hjálpin ger mun. Tí handan hvørja krónu liggur ein menniskjalagna.”