28.09.2012 · Umhvørvismálaráðið

Játtanin hjá Ferðaráð Føroya tvífaldað

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 er játtanin hjá Ferðaráði Føroya økt við 8,2 mió. kr. Hækkingin hevur við sær, at Ferðaráðið fer at hava munandi meira av peningi at marknaðarføra Føroyar við úti í heim.

- Tað er eingin ivi um, at tað eru stórar vakstrarmøguleikar í ferðavinnuni. Tí hevur Vinnumálaráðið arbeitt miðvíst við at skapa karmar fyri, at ferðavinnan kann fóta sær aftur. Sum liður í hesum hava vit hækka játtanina hjá Ferðaráðnum munandi. Hesin peningur skal brúkast til at marknaðarføra Føroyar við, tí vit vita aðrastaðni frá, at hvør króna, brúkt upp á ferðavinnu, gevur fleiri ferðir meira av sær í samfelagsbúskapinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Ferðaráð Føroya hevur gjørt eina ætlan fyri komandi fimm árini og sett sær fyri, at ferðavinna skal tvífaldast og geva minst eina milliard í umsetningi  í 2020. Hetta hevur m.a. við sær, at gistingar í Føroyum skulu økjast úr 90.000 gistingum um árið til 200.000.

- Sambært WTO er ferðavinnan sum heild vaksin 4% seinastu tíggju árini, og Føroyar hevur enn ikki fingið nóg stóran part av hesum vøkstri. Vit vita, at Føroyar eru eitt spennandi stað at vitja - tað eru tað óteljandi ferðafrásagnir, ið hava staðfest. At marknaðarføra miðvíst, so málbólkurin bæði veit, at Føroyar er til og hvat vit hava at bjóða, er ein fortreyt fyri at skapa tann vøkstur,  vit vilja hava, sigur landsstýrismaðurin at enda.