17.02.2017 · Umhvørvismálaráðið

Íverksetarahúsið 10 ár

Íverksetarahúsið 10 ár

mynd: Poul Michelsen, landsstýrismaður og Jógvan við Keldu, stigtakari

Eg eri fegin um at verða biðin at seta henda dagin, sum vit hátíðarhalda í sambandi við, at Íverksetarahúsið hevur virkað í 10 ár.

Klaksvíkar kommuna hevur valt at hýsa Íverksetarahúsinum á gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro. Ein søguligur bygningur, sum varð bygdur til fyrisitingarbygning hjá einum av teimum fremstu íverksetarunum í Føroyum nakrantíð, tí navnframa Jógvan Frederik Kjølbro. So hetta mugu sigast at vera frálíkir og stimbrandi karmar fyri nýggjar íverksetarar.

Í skránni fyri dagin verður millum annað spurt, um vit í Føroyum hava  eitt umhvørvi, sum virðir tey, ið tora at satsa og seta nýtt virksemi í gongd? Eru føroyingar nóg raskir at seta nýtt virksemi í gongd, og eru umstøðurnar góðar hjá nýggjum fyritøkum at spretta. Eisini verður spurt, hvussu fullkomna framtíðarsamfelagið sær út, við atliti til íverksetan og nýskapan.

Hagtøl, sum Vinnuframi gjørdi fyri nøkrum fáum árum síðani, benda á, at íverksetarahugurin í Føroyum er á leið sum í Danmark, og heldur lakari enn í Íslandi og Finnlandi, sum hava flest sjálvstøðugt vinnurekandi í Norðurlondum.

Tað er helst trupult at siga, nær vit hava eitt hóskandi tal av íverksetarum í mun til løntakarar í privata og almenna geiranum, men í londunum, sum vit samanbera okkum við, er rættiliga breið semja um, at íverksetaramentanin skal styrkjast, fyri at vit kunnu standa okkum í altjóða kappingini. Hjá okkum er ikki minni umráðandi, at fólk við hugskotum, orku og dirvi, fáa bestu umstøður at virka, og at samfelagið virðir teirra stríð.

Kappingin um røsku, virkisfúsu og vælútbúnu fólkini er stór, og tey, sum vit kappast við, eru heimsins mest framkomnu lond, sum mong av okkara ungu flyta til í lestrarørindum. Okkara avbjóðing er tí at skapa eitt samfelag, sum er so spennandi, at fólk ynskja at flyta higar, og sum hevur so góðar vinnukarmar, at tey velja Føroyar sum landið, har nýggju fyritøkur teirra skulu hoyra heima.

Tí í framtíðini verður tað eisini ein enn meiri týðandi førleiki at duga og tora at skapa sær sítt egna starv. Siðbundu vinnurnar brúka alt færri fólk og automatiseringin fer bara at vaksa. Tey ungu, sum í dag nema sær góðar, spennandi og øðrvísi útbúgvingar, kunnu tí ikki øll rokna við, at størvini fara at standa klár fyri teimum í verandi vinnunum, men tey mugu verða til reiðar at gera ein stóran innsats sjálv, fyri at skapa sær inntøku burtur úr sínum førleikum.

Tað besta, vit kunnu gera fyri okkara ungu er tí at skapa eitt so gott vakstrarumhvørvi sum til ber. Ein sera týðandi partur í hesum er at styrkja íverkstaramentanina, og hetta hevur verið fremsta málið hjá Íverksetarahúsinum frá byrjanini fyri 10 árum síðani. Til at fremja hetta mál hevur Íverksetarahúsið fyriskipað mong ymisk tiltøk fyri allar møguligar málbólkar. Fleiri av tiltøkunum hava verið endurtikin á hvørjum ári, eitt nú íverksetarakappingin fyri skúlanæmingar, Skúla-FM. Henda kappingin er vorðin ein fastur partur av virkseminum hjá fleiri skúlum, og tað er sera hugaligt at síggja, hvussu nýhugsandi og skilagóð virkishugskotini hjá teimum ungu eru.

Íverksetarahúsið hevur eisini gjørt góð altjóða konsept og kappingar atkomulig hjá føroyskum íverksetarum, millum annað Game Jam, sum snýr seg um at menna nýggj telduspøl, og Creative Business Cup, ið er altjóða kapping fyri kreativar fyritøkur. Tiltøk sum hesi eru við til at geva íverksetarunum nýggjan íblástur og eisini at brynja teir til hørðu altjóða kappingina, sum tey verða partur av, um teirra fyritøkur skulu vaksa.

Og ikki minst hevur Íverksetarahúsið frá byrjan lagt nógva orku í at gera íversetan sjónliga í samfelagnum. Hetta so at fleiri verða eggjað til at gerast íverksetarar, og so at familja, vinir og alt samfelagið betur skilir avbjóðingarnar og stríðið hjá íverksetarum og soleiðis, at vit kunnu stuðla teimum so væl sum til ber.

Í dag eru rættiliga nógvar skipanir, myndugleikar og grunnar, sum á ymsan hátt virka fyri vinnuligari menning og fleiri leggjast afturat. Vit kunnu nevna Íverksetarahúsið, Vinnuframa, Framtak, iNOVA, Fiskivinnuroyndir, Vakstrarætlanin fyri Sandoy, Hugskotið hjá Tórshavnar kommunu, Filmshúsið, sum verður stovnað í næstum, og fleiri onnur. Øll hesi eru við til at fjølga um tilboðini til nýskapan og íverksetan. Tað er gott, at so nógvir partar kenna ábyrgd av vinnuligari menning, men tað kann eisini gera økið fløkjasligt, og vandi kann verða fyri, at fleiri fara at veita somu breiðu tænastur, heldur enn at skipanirnar byggja upp á hvørja aðra, og veita serkønar tænastur innan ávís øki.

Í mínum hugaheimi má tað fullkomna framtíðarsamfelagið, við atliti til íverksetan og innovatión, verða eitt samfelag, sum hongur væl saman. Eitt samfelag, har tað er lætt at fáa góða ráðgeving og har allir partar vita av hvørjum øðrum. Eitt samfelag, har etableraða vinnan, íleggjarar og fíggingarstovnar hava eyguni opin fyri møguleikunum, sum nýggju vinnurnar bjóða fram, og eitt samfelag, har allir partar lyfta í felag.

Tíbetur er gott óformligt samstarv millum ymsu vinnuframapartarnar í Føroyum. Tí eri eg eisini sanførdur um, at vit næstu árini kunnu fáa mongu tilboðini til at virka í einum stórum skipaðum samstarvi við felags talgildari inngongd, væl samskipaðum tiltøkum við felags tænastum, har tað ber til, og við serkønari vitan runt um í landinum, og í teimum ymisku fakumhvørvunum, har hon ger størstan mun.

Eg vil takka øllum tykkum, sum hava virkað fyri Íverksetarahúsinum hesi 10 árini - nevndarlimir, stjórar og starvsfólk. Tit hava øll árini tikið stig til nýggj og ørðvísi tiltøk, fyri at stuðla upp undir íverksetan í Føroyum, og tit hava støðugt virkað fyri at styrkja íverksetaramentanina í øllum liðum. Eg vil eisini takka Klaksvíkar kommunu, sum var við til at seta húsið á stovn, og sum øll árini hevur veitt húsinum fíggjarligan stuðul og høli. Og ikki minst vil eg takka vinnuligu stuðlunum og mentorunum. Samstarvið við vinnuna og tann íblásturin, ráðgevingin og netverkið, sum roynd vinnulívsfólk kunnu veita, eru gull verd hjá teimum, sum skulu stovna nýggjar vinnur. Vónandi fer hetta samstarvið at styrkjast enn meira næstu 10 árini.

 

Hjartaliga til lukku og takk fyri.