09.06.2008 · Umhvørvismálaráðið

Íverksetan, vinnugransking og ein nýmótans arbeiðsmarknaður

Vinnumálaráðið skal hava fokus á nýggjar vinnumøguleikar, og vera ein myndugleiki, ið stimbrar undir og leggur grundarlagið fyri einum nýmennandi vinnulívi og einum væl virkandi arbeiðsmarknaði.

Gransking og íverksetan
Høvuðsamboðini at skapa nýggjar vinnumøguleikar er at stimbra nýmenning, íverksetan og vinnugransking. Í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2008 er dentur lagdur á at geva pláss fyri uppraðfesting av vinnuframa, millum annað gjøgnum hesi tiltøk:
 
- At stuðla íverksetaraátøk og íverksetarahús. Í uppskotinum eru 1,4 milliónir settar av til hetta endamálið.
 
- Vinnugransking er uppraðfest við 1 mió. krónum. Pengarnir eru oyramerktir fyrst og fremst til granskingarverkætlanir, sum vinnan er við til at fíggja. Til samans eru sostatt 11,5 milliónir til gransking innan alivinnu.
 
- Orkuspurningurin er ein av størstu avbjóðingunum hjá vinnuni. Landsverk umsitur bygging hjá tí almenna, og 700 000 kr. eru settar av til serstaka verkætlan um orkusparandi og umhvørvisvinaliga bygging.
 
- Á kontuni fyri infrakervi á útoyggj (3,1 mió. kr.) verður í 2008 serligur dentur lagdur á at nýta pengarnar til at bøta um vinnumøguleikar á útoyggj.
 
- Føroya Altjóða Skipaskráseting (FAS) skal mennast til eina altjóða kappingarføra kvalitets skipaskráseting. 1,0 mió. krónur eru í 2008 settar av til endamálið.
 
Ein nýmótans arbeiðsmarknaður, vinnulóggáva og javnstøða
Barnsburðarfarloyvið verður longt við tveimum mánaðum, og tvær vikur av longda barnsburðarfarloyvinum er oyramerkt pápanum. Arbeiðsmarknaðarkommisjón verður raðfest eins og arbeiðið hjá Demokratia heldur fram.  
 
Stórur dentur verður lagdur á at dagføra okkara vinnulóggávu, og lóggávuna á veterinera økinum, til tess at tryggja okkara vinnulívi dyggar og dagførdar karmar fyri virksemi heima eins væl og úti í heimi. Góðar 2 mió. kr. eru settar av til hetta endamálið. 
 
Infrakervið
Karmurin fyri íløgur í infrakervið er á fíggjarlógini 2008 munandi trengri enn undanfarin ár – einans 45 mió. krónur, ið verða nýttar til vegir, tunlar, havnir, tyrlupall og brýr kring landið. Raðfest er at tryggja verandi tunlar og brýr. Eisini verður Ráðið fyri Ferðslutrygd styrkt við100.000 kr.
Leinging av flogvøllinum og útbygging av Vága Floghavn er størsta útbyggingarverkætlanin í løtuni. Útbyggingin verður fíggjað við inntøkum frá Íleggingargrunninum.
 
 
Meira fæst at vita við at venda sær til Vinnumálaráðið, tlf 356060.