11.06.2008 · Umhvørvismálaráðið

Íverksetan og nýmenning á breddan

Eitt av fokusøkjunum hjá landsstýriskvinnuni í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, er íverksetan. Tí varð serlig konta til íverksetan og nýskapandi átøk sett á stovn á fíggjarlógini 2008.
 
Umframt stuðulsskipanirnar til íverksetararáðgeving, er ætlanin, at játtanin til íverksetan skal brúkast til skeiðs- og verkstovuvirksemi, ráðstevnur og netverkan, sum hava til endamáls at ala fram íverksetarahugburð og nýskapan í Føroyum. Ætlanin er eisini, saman við vinnuni, at gera átøk serliga rættað móti útisetum, sum kunnu hugsast at byrja íverksetaravirksemi í Føroyum. Harafturat er neyðugt at savna hagtøl, ið kunnu nýtast til víðari menning av hesum øki.
 
Stuðul at byrja og at koma víðari
Ein partur av skipanini er ætlaður at stuðla íverksetaranum, áðrenn tey fara undir nýtt virksemi. Á hesum stigi kann íverksetarin søkja um stuðul, ið kann brúkast til at keypa sær neyðuga serfrøðingaráðgeving innan viðurskifti, sum hava við stovnan av nýggjum virksemi at gera.
 
Eisini er partur av skipanini settur av til at stuðla íverksetarum og ungum virkjum í sambandi við hækkan av kapitalgrundarlagi í virkinum. Á seinna stiginum kann íverksetarin søkja um stuðul til at keypa sær neyðuga ráðgeving.
 
- Eg fegnist um tey ítøkiligu stig, ið tikin eru at menna íverksetan í Føroyum, og vit vilja fegin vera við til at eggja vinnufyritøkunum ein altjóða hugburð, har útlandið eisini er okkara marknaður. Vit hava fleiri fyritøkur og einstaklingar við spennandi verkætlanum og góðum hugskotum, sum kunnu fáa stuðul at koma víðari við menningini av teirra virksemi, sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna við Vinnumálum.
 
Nærri upplýsingar um stuðulsskipanina fáast við at venda sær til SamVit á telefon 306900.
 
Íverksetarastuðulskontan liggur hjá Vinnuframagrunninum.