Í morgun varð “Invest in the Faroes” lanserað og tíðindafundur varð hildin í hølunum hjá Skráseting Føroya, har Invest in the Faroes heldur til.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, legði fram verkætlanina og greiddi tíðindafólki og øðrum, sum komin vóru, um verkætlanina. Eisini var heimasíðan www.invest.fo víst fram.
Umframt Johan Dahl, sum helt framløgu, tosaðu Niels Mortensen, stjóri í SMS og Bjarni A. Bjarnason um sínar royndir við útlendskum íleggjarum. Báðir vóru teir samdir um, at tað hevur verið sera virðismikið og læruríkt at samstarva við útlendskar íleggjarar.
Niels Mortensen legði dent á, at samstarvið við útlendsku íleggjararnar hevur verið grundað á meira enn sjálvan peningin, sum hevur verið settur í felagið SMS. Í hesum sambandi sigur Niels Mortensen: “Íløgan sjálv frá okkara íleggjarum er tann minsti parturin. Tað, sum veruliga hevur givið okkum nakað, er tað “know-how”, sum okkara samstarvsfelagi er komin við. Hetta hevur haft stóran týdning fyri menningina av fyritøkuni hjá okkum”.
Ein av høvuðstáttunum í verkætlanini “Invest in the Faroes”, er “Company Advisory and Investment Centre” (CAIC). CAIC er ein snarskiva, har útlendskir íleggjarar kunnu venda sær fyri at kunna seg um viðurskifti, sum hava við rakstur av virksemi í Føroyum. Her er talan um eitt nú partafelagslógina, skráseting av fyritøku o.s.fr. Tað vísir seg nevniliga, at um tað er alt ov torført at fáa kunning um viðurskiftini í einum landi, minkar íløguhugurin hjá íleggjarum.
“Invest in the Faroes” fer eisini við málrættaðari marknaðarføring at venda sær til útlendskar íleggjarar við tí fyri eygað, at fáa fleiri íløgur í føroyskt vinnulív. Hetta tá tað snýr seg um íleggjar til verandi føroyskar fyritøkur umframt útlendskar íleggjarar, sum eru áhugaðir í at føra virksemi í Føroyum.