20.08.2008 · Umhvørvismálaráðið

Innflutningsbann av føroyskum laksi og laksaúrdráttum

Innflutningsbann av føroyskum laksi og laksaúrdráttum

sambandi við russiska innflutningsbannið av føroyskum laksi og laksaúrdráttum arbeiðir Vinnumálaráðið í tøttum samstarvi við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, við at loysa málið

Í sambandi við russiska innflutningsbannið av føroyskum laksi og laksaúrdráttum, sum varð fráboðað 11. august og sum tekur við 1. september, arbeiðir Vinnumálaráðið – í tøttum samstarvi við Heilsufrøðiligu starvsstovuna – við at loysa málið. Innflutningsbannið fevnir um laks og laksaúrdráttir frá teimum virkjum, sum høvdu vitjan av russisku eftirlitsmyndugleikunum í mai í ár.
 
- Málið er sera álvarsamt, tí tað snýr seg um stór útflutningsvirði, ið kunnu fara fyri skeytið. Vinnumálaráðið nýtir tískil alla neyðuga orku at loysa málið so skjótt og skynsamt sum til ber, sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum.
 
Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir – saman við umrøddu alivirkjum – at rætta tey frávik, sum russiska matvørueftirlitið hevur víst á. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eisini boðað russiska matvørueftirlitinum frá, at matvørueftirlitið verður boðið til Føroya á nýggja eftirlitsvitjan at kanna, um ávístu frávikini eru rættað samsvarandi russisku krøvunum.
 
Samband hevur verið við matvørumyndugleikarnar í Norra og Danmark, sum hava havt líknandi trupulleikar við matvøruútflutningi sínum til Russlands. 
 
Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at bjóða stjóranum fyri russiska matvørueftirlitinum til Føroya á fund at viðgera tey frávik, sum ósemja er um, eitt nú russiska kravið um, at hvørt einstakt alivirki skal hava egna kanningarstovu. Harumframt er ætlanin at tosa um møguligt samstarv landanna millum, bæði ímillum myndugleikar og ímillum vinnuvirki.
 
 
 
Nærri upplýsingar um málið fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið á telefon 356060 ella til Heilsufrøðiligu starvsstovuna á telefon 556400.