15.03.2020 · Umhvørvismálaráðið

Hjálparpakki til fólk og fyritøkur

Hjálparpakki til fólk og fyritøkur

Tað er avgerandi neyðugt, at samfelagshjólini halda fram at mala so ótarnað sum tilber, hóast átøk eru sett í verk fyri at avmarka coronasmittuna. Landsstýrið hevur tí saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum gjørt ein vinnuligan hjálparpakka við fýra ítøkiligum átøkum, ið skal hjálpa føroyingum og føroyskum fyritøkum, sum kunnu rokna við minkaðum eftirspurningi og minni arbeiði.

- Við hjálparpakkanum kann vinnuliga virksemið halda fram so ótarnað sum tilber komandi tíðina, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Roknað verður við, at fleiri fáa minni at gera komandi tíðina. Færri ferðafólk koma til Føroya, og tað fer at raka ferðavinnuna í summar. Virksemið í samfelagnum verður merkt av, at vit skulu vera meira heima og minni úti. Og Føroyar verða eisini ávirkaðar av búskapargongdini úti í heimi. Tað fer helst at hava við sær, at eftirspurningurin eftir føroyskum útflutningi fer at minka.

Landsstýrið fer tí at hjálpa fólki og fyritøkum, sum fáa øktar útreiðslur av teimum átøkum, sum verða framd fyri at tálma coronasmittuna.

- Hetta er í løtuni ein heilsukreppa, ið fær stórar avleiðingar fyri búskapin. Uppgávan er at forða fyri, at avleiðingarnar verða so stórar, at tær fáa varandi ávirkan á føroyska búskapin, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hjálparpakkin skal setast í verk við lógarbroytingum og skundviðgerð í Løgtinginum.

Tað er trupult at meta um kostnaðin av átøkunum, tí tað er treytað av sjúkugongdini í samfelagnum, og neyðugum tillagingum hjá vinnufyritøkum. Landskassin og ALS bera kostnaðin, og samlaði kostnaðurin verður í fyrsta umfari mettur at vera omanfyri 100 mió. kr.

HJÁLPARPAKKIN TIL FÓLK OG FYRITØKUR
  1. ENDURRINDA LØN UNDIR SJÚKU. Tað vil siga, at dagpengalógin verður víðkað til eisini at fevna um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, ið av heilsumyndugleikunum eru sett í ella verða mæld til at fara í sóttarhald. Tað verður tó ikki endurrindað fyri starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanífrá. Landskassin ber kostnaðin.

  2. ÍSKOYTI TIL NIÐURSETTA ARBEIÐSTÍÐ. Tað vil siga, at løntakarar fáa arbeiðsloysisstuðul sum eitt ískoyti, um tað gerst neyðugt hjá arbeiðsgevarum at seta starvsfólk niður í tíð. ALS ber kostnaðin.

  3. TILTØK AT BØTA UM LIKVIDITETIN HJÁ FYRITØKUM. Tað vil siga, at avrokning av MVG fyri 1. ársfjórðing verður útsett til avrokningina av 2. ársfjórðingi, so gjaldførið hjá vinnuni verður styrkt við 400 mió. kr. í alt komandi mánaðirnar.

  4. GARANTISKIPAN UM RAKSTRARFÍGGING. Tað er ein serlig ríkisgarantiskipan, sum tryggjar smáum og miðalstórum fyritøkum í ríkisfelagsskapinum nøktandi atgongd til rakstrarfígging. Danski vakstrargrunnur fíggjar hesa skipanina.