Løgtingið samtykti á vári 2016 uppskot til løgtingslóg um broyting í matvørulógini til at koma í gildi tann 1. oktober 2016. Endamálið við broytingini í matvørulógini var, at framleiðarar framyvir skuldi kunna framleiða úr seyði og neyti, og selja hetta til brúkaran umvegis heil- ella smásølu, uttan at vera løggildir ella skrásettir eftir vanligu reglunum hesum viðvíkjandi.
Landsstýrismaðurin i uttanríkis- og vinnumálum hevur nú lýst Heimaframleiðslukunngerðina, kunngerð nr. 98 frá 28. september 2016, til at koma í gildi tann 2. oktober 2016. Sí kunngerðina her.
Sambært kunngerðini kunnu framleiðarar av matvørum frá føroysku tilfeingisvinnuni, herundir landbúnaði og veiði, uttan at vera løggildir ella skrásettir eftir vanligu reglurnum hesum viðvíkjandi, selja matvørur til heilsølur, smásølur og matstovur. Kunngerðin fevnir um hesar matvørur: Seyða- og neytakjøt, undir hesum eisini avroð o.a., haru og villini fugl.
Sølan kann fara fram, tá framleiðarin hevur meldað til eina skrá hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni yvir heimaframleiðarar. Tilmeldingarblað fæst frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Treytir fyri at verða skrásettur og selja matvøruna gjøgnum heimaframleiðsluskipanina er, at matvøran er framleidd, hagreidd og tilvirkað á ogn framleiðarans, og at samlaði árligi umsetningurin av heimaframleiddum matvørum er minni enn 1.000.000 kr. u/mvg.
Kunngerðin ásetur harafturat m.a. reglur um ábyrgd framleiðarans at tryggja góðskuna av vøruni, merking av vøruni, eftirlit, kæru og revsing.