28.02.2018 · Umhvørvismálaráðið

Handilsátak í Istanbul

Handilsátak í Istanbul

Í sambandi við, at fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Turkaland er komin í gildi hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum seinastu dagarnar staðið á odda fyri einum handilsátaki í Istanbul.

Við í ferðalagnum eru bæði útflutnings og innflutningsfyritøkur. Endamálið er at varpa ljós á føroyskar vørur í Turkalandi.

Vitjað hevur millum annað verið á størsta uppboðssølumarknaðinum í Europa, hjá fleiri innflytarum og handilsketum, umframt at fleiri innflytarar nýttu høvi at hitta føroysku fyritøkurnar á einum sonevndum business to business fundi.

“Vit merkja ítøkiligan áhuga fyri føroyskum vørum. At kalla eingin samhandil hevur verið millum Føroyar og Turkaland, tí høgi tollurin hevur verið ein forðing. Men nú føroyskar vørur hava tollfría atgongd, eru góð útlit fyri at knýta handilsbond millum Føroyar og Turkaland,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Fríhandilssáttmálin skapar eitt gott grundarlag fyri føroyskum útflutningi, og føroyskar vørur eru longu at finna á turkiska marknaðinum.

Føroysku fyritøkurnar sum tóku lut eru Pelagos, Varðin, Varðin Pelagic, Havsbrún og Bakkafrost, MBM og Bilrøkt.

Týsdagin skal Poul Michelsen hitta turkiska búskaparmálaráðharran Nihat Zeybekci.

Vitjað var hjá fleiri handilsketum og hjá innflytarum