11.09.2018 · Umhvørvismálaráðið
Gunnar Holm-Jacobsen og Pól E. Egholm settir í starv sum deildarstjórar í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
Gunnar Holm-Jacobsen er settur í starv sum stjóri fyri Uttanríkistænastuna. Gunnar Holm-Jacobsen er 54 ára gamal, útbúgvin løgfrøðingur, og hevur tey seinastu 12 árini arbeitt í uttanríkistænastuni. Hann var sendimaður Føroya í Brússel í árunum 2008-2012.
Pól E. Egholm er settur í starv sum stjóri fyri Vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Pól E. Egholm er 37 ára gamal, útbúgvin cand.merc, og hevur hann seinastu 6 árini arbeitt í Vinnumálaráðnum og í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Fimm umsøkjarar vóru til størvini.