02.05.2017 · Umhvørvismálaráðið

Grønlendsku og álendsku samstarvsráðharrarnir á vitjan í Føroyum

Grønlendsku og álendsku samstarvsráðharrarnir á vitjan í Føroyum

Í dag koma Agatha Fontain og Nina Fellman, samstarvsráðharrar í norðurlandamálum í Grønlandi og Álandi, á almenna vitjan í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, hevur boðið grønlendsku og álendsku starvsystrunum at koma til Føroyar.

Á vitjanini fara samstarvsráðharrarnir at umrøða ymisk mál í sambandi við norðurlendska samstarvið.

Á ferðini skulu tær eisini kunna seg um ymisk føroysk viðurskifti og fara m.a. at hava fundir við Løgmann, Løgtingsins uttanlandsnevnd og føroysku limirnar í Norðurlandaráðnum, umframt Siri Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum. Eisini verður m.a. vitjað í Norðurlandahúsinum, KVF, hjá Hiddenfjord og á Vága Floghavn.

Agatha Fontain er ráðharri í Naalakkersuisoq í heilsumálum og norðurlandamálum. Nina Fellman er ráðharri í álendsku Landskapsregeringen í kommunu, integratións- og bústaðarmálum, umframt norðurlanda- og ES málum.

Ráðharrarnir fara av landinum aftur hósdagin 4. mai.

(Mynd: Nina Fellman, Poul Michelsen og Agatha Fontain.)