Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, luttók í dag á hátíðarløtuni, tá ið nýggja Granskarasetrið alment varð tiki í nýtslu. Landsstýrismaðurin nýtti høvi at takka Vinnuframa, ið við avgerð síni um at bjóða hølini fram til granskarasetur, flutti ynski um eitt granskarasetur munandi nærri veruleikanum.
Í røðu síni vísti landsstýrismaðurin á tann eyðsýnda tørv, ið hevur verið á einum føroyskum granskarasetri, ið kann geva møguleika fyri m.a. biotøkniligari gransking og ílegugransking á altjóða stigi, ið síðani kann skapa grundarlag fyri nýggjum og vitanartungum vinnum.
Føroyar eru ein tjóð, sum í mestan mun livir av tí tilfeingi, sum náttúran gevur okkum. Og tí tørvar okkum bestu vitanina um okkara umhvørvið og okkara tilfeingið. Menniskjan er tó størsta tilfeingið, sum vit eiga, og tað er vitanin og hugflogið hjá vinnuni og hjá granskarunum, føroyskum sum útlendskum, ið skal bera okkum sum tjóð fram á leið.
Granskarasetrið kann tí gerast karmur um hópin av virksemi – ikki bara teir fakbólkar, sum mest natúrliga tykjast hoyra til á einum granskarasetri av hesum slagi, eitt nú matvørufrøðingar og fiskifrøðingar, men eisini fyri læknar, hagfrøðingar, búskaparfrøðingar mannfrøðingar og onnur, ið hvør á sínum øki kunnu veita tænastur innan íleguvinnu og biotøkni.
Johan Dahl, landsstýrismaður, vónar, at nýggja Granskarasetrið av álvara fer at skunda undir nýskapanina í Føroyum, tí tað at gera vitan til lønandi vinnu er eitt tað fremsta endamálið við einum Granskarasetri sum hesum, har vitan og vinna møtast. Júst hetta – at vitan og vinna møtast – fer einahelst mest at koma til sjóndar í royndarkøkinum, tí royndarkøkurin í Granskarasetrinum gevur møguleikar fyri at menna nýggjar vørur, at gera nýggjar vørur, smakkiroyndir og royndarframleiðslur, í tøttum samstarvi milllum kokkara, rávøruveitarar, íverksetarar og granskarar.
Týdningarmiklasta signalið, ið Granskarasetrið sendir, er tó signalið um, at gransking, vitanarvinnur og nýskapan verða virðismett, og at landið nú skapar neyðugu karmarnar soleiðis, at vitanarvinnurnar í Føroyum kunnu mennast.