27.05.2010 · Umhvørvismálaráðið

Gazprom hevur áhuga fyri Føroyum

Russiska oljufelagið Gazprom vísir áhuga fyri oljuleiting á føroyskum øki, og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur boðið stjóranum, Alexander Medvedev, til Føroya at vitja og kunna seg nærri um vinnumøguleikar her í landinum

Russiska oljufelagið Gazprom vísir áhuga fyri oljuleiting á føroyskum øki, og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur boðið stjóranum, Alexander Medvedev, til Føroya at vitja og kunna seg nærri um vinnumøguleikar her í landinum

 
 
- Fyrsta føroyska sambandið við stóru russisku olju- og gassfyritøkuna, Gazprom, var sera positivt, og eg vóni, at føroyskar fyritøkur fara at brúka møguleikarnar fyri at samstarva og í seinasta enda at vinna pening í samstarvi við russiska vinnulívsrisan.
 
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum júst hevur hitt stjóran og nevndarlimin í Gazprom, Alexander Medvedev, á fundi í Moskva.
 
Við sær hevði landsstýrismaðurin umboð fyri Jarðfeingi og Føroya Tele.
 
- Hetta var fyrsti fundurin okkara millum, og ítøkiliga vísir Gazprom áhuga fyri møguleikanum at gera íløgur í leiting eftir olju og gassi á føroyskum øki. Tí er avtalað, at Jarðfeingi veitir Gazprom fleiri upplýsingar um tann partin, sigur Johan Dahl.
 
Russiska stórfyritøkan hevur eisini áhuga fyri at vita, um og hvussu Føroya Tele kann gerast partur av útbyggingini av tí stóra Shtokman-oljufeltinum í Barentshavinum. Aðrir samvinnumøguleikar hava eisini verið á lofti, og nú verður samskift um tað, ið vísir seg at hava áhuga.
 
- Eitt positivt aspekt er, at Gazprom-stjórin sjálvur vil hava upplýsingarnar úr Føroyum, og so vil hann tryggja, at røttu persónarnir í fyritøkuni taka sær av víðari gongdini, sigur Johan Dahl, ið hevur boðið Alexander Medvedev til Føroya.
 
- Fyrimunurin við einari vitjan er, at Medvedev sjálvur fær gjørt sær eina mynd og meining um møguleikarnar her hjá okkum, sigur landsstýrismaðurin, ið staðfestir, at stjórin í Gazprom var positivur mótvegis innbjóðingini.
 
 
Fleiri upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá Vinnumálaráðnum, tel 306600.