23.10.2015 · Umhvørvismálaráðið

Fyrireika yvirtøku av útlendingamálum og marknaeftirliti

Fyrireika yvirtøku av útlendingamálum og marknaeftirliti

Poul Michelsen og Inger Støjberg hava í dag avtalað at seta gongd á arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingaøkinum og marknaeftirliti

Í dag høvdu Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, og Inger Støjberg, danskur ráðharri við ábyrgd av útlendingaøkinum, fund í Keypmannahavn um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingamálum og marknaeftirliti.

Teir báðir ráðharrarnir undirritaðu á fundinum eina avtalu um, at hesar fyrireikingar nú verða raðfestar av báðum pørtum. Miðað verður fram ímóti at samráðingarnar verða lidnar í fyrra hálvári 2016. Uppií hesum fyrireikingum er eisini uppgávan at fáa eina semju í lag við Schengen-myndugleikarnar í Brússel.

Avtalan kann lesast her