23.01.2015 · Umhvørvismálaráðið

Fyrireika Føroyar at ganga ímóti umhvørvisaktivistum

- Heldur enn at broyta útlendingalóggávuna, eiga aðrir møguleikar at verða troyttir, til tess at ganga ímóti umhvørvisaktivistum, ið vilja steðga grindadrápi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, ið vil hava eitt katalog yvir møguleikarnar, sum finnast

Sum liður í at fyrireika Føroyar til at ganga ímóti umhvørvisaktivistum sum t.d. Sea Shepherd, hevur verið upp á tal at fremja broytingar í útlendingalógini, men tað verður ikki gjørt.

Hetta hava Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, og Mette Frederiksen, løgmálaráðharri, umrøtt á fundi í Keypmannahavn.

- Niðurstøðan er, at útlendingalógin verður ikki broytt, og at aðrir møguleikar til at ganga ímóti umhvørvisaktivistum eiga at verða troyttir, sigur landsstýrismaðurin.

Í vetur heitti Løgtingið á landsstýrið um at leggja fram neyðugar lógarbroytingar, so forðast kann fyri, at umboð fyri felagsskapir og útgerð hjá teimum, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella fyrireika sítt virksemi í Føroyum.

Ein møguleiki, ið nevndur er, er at broyta útlendingalógina, so at beinleiðis lógarfest bann kann setast ávísum felagsskapum ella persónum fyri at koma til Føroya. Stjórnin er tó, av løgfrøðiligum orsøkum, ikki sinnað at fremja slíkar broytingar í útlendingalógini.

- Føroyar skulu, sum Løgtingið ynskir, fyrireikast til at ganga ímóti møguligum ófriðarkroppum frá umhvørvisfelagsskapum, og nú eiga vit at fáa gjørt eitt katalog yvir, hvørjir møguleikar eru til taks. Ágangur frá umhvørvisfelagsskapum er ikki nakað nýtt í heiminum, og tá ið onnur lond megna at forða slíkum ágangi, so megna vit tað eisini her heima, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum.