16.10.2008 · Umhvørvismálaráðið

Fundur við Viacheslav Georgievich Grushedskiy

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer í morgin á fund við Viacheslav Georgievich Grushedskiy, ið er russisk handilsattaché í Keypmannahavn. Endamálið við fundinum er at umrøða ymisk handils- og vinnulig viðurskifti landanna millum, herundir eisini stongsilin fyri útflutningi av føroyskum fiskavørum til Ruslands.