17.10.2008 · Umhvørvismálaráðið

Fundur við russiska sendifulltrúan í handilsmálum

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag verið á fundi við russiska sendifulltrúan í handilsmálum í Keypmannahavn.

Yury Piskarev, russiski sendifulltrúin í fiskvinnumálum, luttók eisini. Á fundinum vórðu almenn handils- og vinnuviðurskifti landanna millum umrødd.
 
Á fundinum varð eisini serliga viðgjørdur møguleikin, at russiska innflutningsbannið fyri føroyskum fiski og fiskavørum, ið hevur verið í gildi síðani 1. september, verður tikið av.
 
Eitt úrslit av fundinum í dag er, at Vinnumálaráðið, umvegis Heilsufrøðiligu starvsstovuna, fer at venda sær til russisku veterineru myndugleikarnar við kunning um, hvussu langt er komið við at lúka veterineru krøvini, sum eru grundarlag undir innflutningsbanninum. Á fundinum er eisini avtalað, at russisku sendifulltrúarnir skulu arbeiða fyri, at fundur fæst í lag við russisku myndugleikarnar, soleiðis at nýggj eftirlitsvitjan kann verða framd.
 
Eftir fundin er ymiskt, sum bendir á, at innflutningsbannið, tá talan er um útflutning av hummara til Russlands, verður tikið av.
 
Vinnumálaráðið arbeiðir framvegis við at fáa tikið av bannið fyri hinar vørurnar, ið eru raktar av innflutningsbanninum, og hevur landsstýrismaðurin tískil biðið um fund við russiska landbúnaðarmálaráðharran um málið.