Johan Dahl, landsstýrismaður, hevði í dag fund við Henrik Sass-Larsen, danska vinnumálaráðharran. Á fundinum var kunnað um føroyska vinnu, vinnugransking og nýskapan, og tosað var um møguleika hjá føroyskum nýskapandi fyritøkum at fáa atgongd til fígging.
Vækstfonden fær væntandi loyvi at virka í Føroyum
Henrik Sass-Larsen kunnaði um málið at geva danska Vækstfonden møguleika til eisini at fíggja føroyskar verkætlanir. Málið verður viðgjørt í Fólkatinginum í vár, og gongst sum ætlað, fær Vækstfonden møguleika at fíggja føroyskar verkætlanir frá juni 2015.
Møguleiki verður fyri nýta skipanirnar sum Vækstfonden sjálvur ræður yvir, t.d. Vækstkapital og Ansvarlig lånekapital, men eisini fyri kautiónslánum, sum verða umsitin av bankunum.
Tosað var um, at Vækstfonden fer at tørva neyvan kunnleika til føroyska vinnu, og Vinnumálaráðið og danska Vinnu- og vakstrarmálaráðið fara at heita á ávíkavist Framtak, Vinnuframa og Vækstfonden um at taka upp samstarv um m.a. meting av føroyskum verkætlanum.
Vækstfonden ger fáar, men stórar, íløgur, og samstarvið kann tí gerast serliga týdningarmikið, um nýskapandi verkætlanir eru, sum hava stórt altjóða vakstrarpotentiali, men sum krevja so stóra fígging, at føroysk framtaksfígging ikki røkkur einsamøll.
Kautiónslánini, sum samstarv skal fáast um við bankarnar, eru smærri, men kunnu gera stóran mun, serliga í teimum førum, har fíggingarstovnar aftra seg vegna vantandi kunnleika til hesar vinnur.
Royndirnar av donsku íverksetarafeløgunum
Tosað var eisini um donsku royndirnar av IVS, t.e. íverksetarafeløg, sum kunnu setast á stovn við 1 krónu í eginfígging. Henda skipanin hevur verið galdandi síðani 1. januar 2014, og longu nú eru knappliga 4500 nýggj feløg stovnað. Enn er ov tíðliga at meta um virknaðin av íverksetarafeløgunum, men Vinnu- og vakstrarmálaráðið fegnast um stóru undirtøkuna fyri hesum skipanum, sum tykjast at virka væl í øðrum londum, sum hava líknandi skipanir.
Det Systemiske Risikoråd,
Spurningurin um Det Systemiske Risikoråd, sum fer at virka á bankaøkinum, eisini kann fáast at virka í Føroyum á tryggingarøkinum, var umrøddur.
Det Systemiske Risikoråd er ein ráðgevandi eind viðvíkjandi váða í fíggingargeiranum. Tryggingarøkið er yvirtikið málsøki, og spurningurin var umrøddur, hvørt Det systemiske risikoråd eisini kann virka á tryggingarøkinum . Danski ráðharrin hevur heimild at gera avtalu við landsstýrismannin um hetta, og landsstýrismaðurin skal útvega sær samsvarandi heimild í tryggingarlógini at gera avtalu við danska ráðharran