11.05.2010 · Umhvørvismálaráðið

Fundur við danska flutningsmálaráðharran um flúgving í sambandi við øsku

Johan Dahl, vinnumálaráðharri, hevur í dag verið á fundi við danska flutningsmálaráðharran, Hans Christian Schmidt.

Johan Dahl, vinnumálaráðharri, hevur í dag verið á fundi við danska flutningsmálaráðharran, Hans Christian Schmidt, í sambandi við tær tillagingar av reglunum um flúgving í sambandi við øsku, sum nú verða viðgjørdar í ICAO, og hvørja ávirkan tær kunnu hava fyri flúgving í føroyska loftrúminum.

 
Avrátt varð at samskipa donsku og føroysku sjónarmiðini á fundinum í morgin í ICAO, og at umboð fyri Vinnumála­ráðið verður við á fundinum.