Fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Turkaland verður nú settur í gildi. Turkiska tjóðartingið samtykti sáttmálan fyrr í ár, og stjórnin í Turkalandi hevur nú endaliga staðfest fríhandilssáttmálan. Sáttmálin kemur í gildi 1. oktober 2017.
Sáttmálin tryggjar føroyskum fyritøkum tollfría marknaðaratgongd til Turkaland fyri allar vørur av týdningi fyri Føroyar. Higartil hevur tollurin á eitt nú føroyskum laksi, upsa, makreli og sild verið 30 prosent.
- Turkaland er ein áhugaverdur marknaður við 80 milliónum fólkum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
- Turkaland hevur ein vaksandi marknað fyri laks, uppsjóvarfisk og botnfisk, men høgi tollurin hevur verið ein forðing fyri okkara vinnu. ES og EFTA hava fríhandilssáttmála við Turkaland, og tí hevur tað verið trupult hjá føroysku vinnuni at kappast við eitt nú íslendingar, norðmenn ella skotar. Men nú kann føroyska vinnan kappast á turkiska marknaðinum á jøvnum føti við okkara kappingarneytar.
- Fríhandilssáttmálin er eisini áhugaverdur fyri føroysku handilsvinnuna, tí Turkaland er ein stórur framleiðari og útflytari av eitt nú hvítvørum, elektronikki og klædnavørum.
- Sum liður í at skapa áhuga fyri føroyskum vørum í Turkalandi og vaksa um samhandilin millum londini, ætla vit í næstum at skipa fyri einum vinnuframaátaki í Turkalandi, sigur Poul Michelsen landsstýrismaður.