Føroyar og Bretland hava í morgun skrivað undir fríhandilssáttmála. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og George Hollingbery, handilsmálaráðharri, skrivaðu undir sáttmálan á hátíðarløtu í bretska uttanríkisráðnum. Bretski fiskimálaráðharrin, George Eustice, var eisini til staðar í sambandi við undirskrivingina.
”Bretland er millum tey londini, vit útflyta mest til. Við sáttmálanum tryggja vit samhandilin við Bretland, so hann at kalla ótarnaður kann halda fram, tá landið fer úr ES. Tí hevur hetta stigið stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar,” sigur Poul Michelsen.
”Óvissa hevur valdað um, hvørt Bretland fer úr ES við ongari skilnaðaravtalu 29. mars í ár ella um partarnir megna at finna eina semju. Sama hvat úrslitið av hesum verður, er nú greitt, at tað fer ikki at ávirka handilssamstarvið millum Bretland og Føroyar, eftir at sáttmálin er komin í gildi.”
Í 2016 seldu Føroyar Bretlandi vørur fyri 850 mió. og í 2017 fyri 770 mió. Innflutningurin úr Bretlandi hevur seinastu tvey árini verið 169 mió. og 284 mió.
Landsstýrið hevur arbeitt miðvíst fyri at tryggja føroysk áhugamál í sambandi við Brexit. Fundir hava verið á politiskum stigi og sendistovan í London hevur lagt nógva orku í arbeiðið. Eisini varð ein arbeiðsbólkur settur at fylgja gongdini, beint eftir fólkaatkvøðuna í Bretlandi í juni 2016.
Í næstum fer landsstýrismaðurin at leggja fríhandilssáttmálan fyri Løgtingið til góðkenningar. Endamálið er at tryggja, at sáttmálin kann fáa gildi tá Bretland fer úr ES, eisini um hetta hendir uttan eina skilnaðaravtalu tann 29. mars í ár.