Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur hesa vikuna verið á arbeiðsferð í Kina. Týsdagin var landsstýrismaðurin á fundi í Beijing við kinverska handilsmálaráðið um møguleikarnar fyri at fáa ein tryggari karm um samhandilin landanna millum.
Málið er at fáa ein fríhandilssáttmála við Kina. Føroyski útflutningurin til Kina er stórur. Í 2016 seldu føroyingar fyri 570 mill. kr. til Kina, og laksur stóð fyri uml. tveimum triðjingum av hesum virði. Ísland hevur fríhandilssáttmála við Kina, og útlit eru til, at eisini Noreg kann fáa fríhandil við Kina um fá ár. Sum er, rinda føroyingar 10 prosent í tolli, men fríhandil merkir, at eingin tollur er. Tí er umráðandi, at eisini Føroyar fáa sína støðu tryggjaða, so kappingarstøðan ikki versnar. Fundurin við kinverska handilsmálaráðið var liður í føroysku royndunum at fáa ítøkiliga samráðingar um fríhandil í lag.
Mánakvøldið var tiltak fyri gestum frá kinverskum myndugleikum. Leif Sørensen matgjørdi burturúr fiskavørum, og Tóra Vestergaard framførdi sangir við undirspæli av Cæcilie Grønkjær Tagmose.