Landstýrismanninum í vinnumálum er í dag handað frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum. Frágreiðingin hevur fleiri tilmæli um, hvat skal gerast fyri at menna Føroyar til ein reinorkubúskap.
Mælt verður til, at Føroyar gerast minni tengdar at oljuinnflutningi við at byggja munandi út við varandi orkuframleiðslu, samstundis sum føroyska oljunýtslan verður flutt til elorku.
Grøn elorka og elektrifisering er ein av mest týðandi avbjóðingunum, sum føroyska samfelagið stendur fyri. Hetta er bæði ein møguleiki at skapa búskaparvøkstur gjøgnum grønar íløgur, eins og føroyska samfelagið gerst minni tengt at dýru og dálkandi oljuni.
”Tað er gleðiligt, at vit nú hava eina virkisætlan og ein ítøkiligan leist fyri at fremja orkupolitikk landins í verki”, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. ”Neyðugt er, at politiska skipanin er við til at stuðla undir eina elektrifisering av orkunýtsluni við politiskum átøkum. Bæði gularót og pískur skulu nýtast til at økja um nýtsluna av grønari orku.”
Talan er um at gera útbyggingar innan elorku fyri nærum 3 mia. kr. komandi 10 árini. Útrokningarnar hjá arbeiðsbólkinum vísa, at tað snøgt sagt ikki loysir seg at lata vera við at leggja um til grøna orku.
Umboð frá Jarðfeingi, SEV, Vinnumálaráðnum og Dansk Energi hava mannað arbeiðsbólkin, og ein stýrisbólkur við umboðum frá Kommunufelagnum og Vinnumálaráðnum hevur havt eftirlit við arbeiðinum.
“Vit fegnast um, at enn eitt stig er tikið á leiðini at leggja til rættis framtíðar elveitingina, so at hon kann mennast og útbyggjast á skynsaman hátt. Virkisætlanin er gjørd í góðum samstarvi millum landsmyndugleikarnar, kommunurnar og SEV, og vónandi heldur góða stevið fram øllum landinum at gagni” sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum.
Frágreiðingin er at finna her
Greiningar og arbeiðsskjøl eru at finna her