19.03.2014 · Umhvørvismálaráðið

Frágreiðing viðvíkjandi Vinnuframagrunninum

Náttúrligt at løgreglan ger sítt arbeiði í málinum um Vinnuframagrunnin

- Tað er náttúrligt og gott, at løgreglan kannar virksemið í Vinnuframagrunninum, eftir at ein privatpersónur hevur meldað málið løgregluna, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

 

 

Fjølmiðlar hava seinastu dagarnar borið tíðindi um, at løgreglan, t.e. sonevnda Bakmanspolitiið, hevur gjørt húsarannsókn hjá Vinnuframagrunninum (nú Vinnuframi) og í tí sambandi eisini avhoyrt ymsar persónar.

 

Í hesum sambandi sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ið varðar av Vinnuframa, at tað er náttúrligt og gott, at løgreglan kannar virksemið í Vinnuframagrunninum.

 

- Løgreglan skal hava bestu umstøður at gera sínar kanningar, og vónandi koma allar relevantar upplýsingar fram, ið fult út kunnu lýsa málið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

 

Bakgrundin fyri, at løgreglan ger kanningar í sambandi við virksemið hjá Vinnuframagrunninum, er, at ein privatpersónur í fjør meldaði málið til løgregluna og samstundis kom við skuldsetingum um, at løgmaður og landsstýrismaðurin í vinnumálum hava breitt út yvir óreglusemi í Vinnuframagrunninum.

 

- Hesi uppáhald vil eg enn eina ferð staðiliga afturvísa. Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin hava handlað rætt, sigur Johan Dahl, sum longu 23. august í fjør lat løgmanni eina frágreiðing um málið.

 

Landsstýrismaðurin gjørdi av, at frágreiðingin til løgmann skuldi vera almenn, so øll kunnu seta seg inn í málið.

 

Frágreiðingin kann takast niður her:

 

Frágreiðing viðv. Vinnuframagrunninum