Arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað møguleikarnar fyri at yvirtaka loftferðsluumsitingina, er nú liðugur við sítt arbeiði og hevur handað frágreiðingina til Johan Dahl, landsstýrismann, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.
Í frágreiðingini verður víst á, at alt málsøkið loftferðsla má yvirtakast undir einum, um ynski er um tað. Tað ber ikki til hjá føroyskum myndugleikum at yvirtaka partar av loftferðsluøkinum (t.d. einans loftrúmið og loftferðslueftirlitið). Í frágreiðingini verða ymisku uppgávurnar innan málsøkið loftferðsla viðgjørdar, við atliti at einari møguligari føroyskari yvirtøku. Um málsøkið verður yvirtikið, verður m.a. neyðugt at stovna eitt føroyskt loftferðslueftirlit, mannað við uml. 10-15 fólkum.
Í frágreiðingini verður eisini mett um møguleikarnar at stovna eitt føroyskt loftferðsluøki (FIR), sum skal stýra loftferðsluni í føroyskum loftrúmi. Í frágreiðingini verður víst á, at allir statir sambært Chicago konventiónini hava rætt til at stýra loftrúminum yvir sínum landaøki (út til 12 sjómil úr landi). Hetta loftferðsluøkið hevði tó, orsakað av støddini, sannlíkt haft avmarkaðan týdning, tí flogfeløg kunnu velja at leggja ruturnar uttanum økið, um tey vilja sleppa undan at rinda nýtslugjald.
Frágreiðingin viðger eisini møguleikan at stovna eitt størri føroyskt loftferðsluøki. Altjóða flogferðslustovnurin ICAO skal tá góðkenna eitt broytt uppbýti av loftferðsluøkjunum um okkara leiðir. Um eitt slíkt uppskot skal kunna vinna frama, er neyðugt at senda ICAO eina umsókn, sum í smálutum kann vísa á, hvørjar tekniskar, operativar og/ella tekniskar fyrimunir flogferðslan sum heild fær burtur úr einum broyttum uppbýti.
Sambært upplýsingum frá NORDICAO, sum hevur verið í samband við skrivstovuna hjá ICAO, eru tað tær fægstu umsóknirnar um broytt uppbýti, sum yvirhøvur koma til viðgerðar í ICAO Council, tí tað ofta vísir seg, at endamálið við uppskotinum er at skapa eyka inntøkur til eitt ávíst land, heldur enn at vera til fyrimuns fyri flogferðsluna sum heild.
Frágreiðing um loftferðsluøkið