04.05.2017 · Umhvørvismálaráðið

Fráboðan frá samstarvsráðharrunum í Føroyum, Grønlandi og Álandi

Fráboðan frá samstarvsráðharrunum í Føroyum, Grønlandi og Álandi

Føroyar, Grønland og Áland ynskja at samstarva meiri innan øki, har londini hava felags áhugamál og avbjóðingar.

Londini eru ymisk og útgangsstøðið fyri norðurlendska samstarvinum og framtíðarætlanir á hesum øki eru somuleiðis ymiskar, staðfesta norðurlendsku samstarvsráðharrarnir úr Føroyum, Grønlandi og Álandi - Poul Michelsen, Agatha Fontain og Nina Fellman.

Grønland og Áland stuðla Føroyum fult í ynskinum um fullgildigan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Hetta varð staðfest á samkomu í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu, har Annika Olsen borgarstjóri var vertur, og samstarvsráðharrarnir undirritaðu felags fráboðan.

Grønlendsku og álendsku samstarvráðharrarnir eru í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum.

Sí: Felags fráboðan frá Poul Michelsen, Agathu Fontain og Ninu Fellman.