Nýggir vinnumøguleikar, grøn orka, ferðavinna og samhandil vóru á skránni á vitjanini hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, í Hetlandi.
Umboð fyri hetlendsku stjórnina, Shetland Island Council og fyri vinnu og vinnuframa tóku ímóti Johan Dahl, landsstyrismanni, Kristian Davidsen, stjóra á Føroya Tele, og umboðum fyri Jarðfeingi og Vinnumálaráðið.
Neil Grant, stjóri fyri búskaparliga menning í Hetlandi, greiddi frá vinnuligu menningini í Hetlandi, sum í løtuni gongur við slíkari ferð, at nærum einki arbeiðsloysi er. Stórur tørvur er á innfluttari arbeiðsmegi til at fremja stóru útbyggingarnar, sum verða gjørdar í hesum árum. Eitt gott dømi er føroyska Articon, sum fekk arbeiðið at dýpa havnina í Scalloway, og her kunnu eisini vera aðrir áhugaverdir møguleikar fyri m.a. føroyskar handverkarar.
Størstu menningarmøguleikarnar síggja hetlendingar í framleiðslu av olju og gassi og, í vaksandi mun, í grønari orkuframleiðslu. Í stóru Laggan-Tormore gassorkubyggingini hjá franska orkufelagnum Total og Danska Dong Energy starvast 800 útlendingar í 4 ár við at byggja verkið og, tá ið framleiðslan byrjar, verður støðugt arbeiði til 70 fólk.
Eitt av fremstu ørindunum hjá landsstýrismanninum á ferðini er at hoyra um grønu orkuætlanirnar, og at hitta umboð fyri stóru Viking Energy verkætlanina. Í Viking Energy verkætlanini er málið, at gott 125 vindmyllur skulu framleiða 450 MW streymorku til meginlandið.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur: ”Hetta er eisini ein sera spennandi ætlan fyri okkum føroyingar, nú Jarðfeingi hevur lýst møguleikarnar fyri at framleiða 600 MW í Føroyum at selja til Skotlands við kápli millum londini. Umstøðurnar líkjast og vit kunnu heilt vist læra nógv av hvørjum øðrum.”
Fiskivinnan, og serliga pelagiska vinnan hevur framvegis sera nógv at siga fyri Hetland, og umboð fyri fiskivinnuna gjørdu vart við sína stúran fyri avleiðingum, ið kunnu standast av ósemjuni um makrelfiskiskapin.
Hetlendingar gera tó nógv fyri at fáa fleiri bein at standa á og Promote Shetland lýsir fremstu menningarøkini í framtíðini at verða innan:
- Orku og avleiddar vinnur
- Mat- og drekkivørur
- Fjarskifti
- Tøkni
- Klædnavørur og
- Ferðavinnu
Føroya Tele byrjaði longu fyri 15 árum síðani at kanna møguleikarnar fyri at bjoða seg fram við teletænastum til offshorevinnuna út fyri Hetlandi, og er seinnu árini vorðin tryggur veitari til olju- og gassvinnuna, við dátuflutningi um Shefa-kaðalin. Føroya Tele sær fleiri møguleikar fyri at hjálpa hetlendingum á fjarskiftisøkinum, ikki minst við at skipa fjarskiftiskervið á landi, har føroysku royndirnar eru nógvar og førleikin er góður. Kristian Davidsen bjóðaði tí beinanvegin til samstarv um at skapa Hetlandi eitt vælútbygt net.
Ein serlig vinnugrein, sum er farin at taka seg upp, og sum eisini kann hugsast at hava áhuga í føroysku vinnuni er upphøgging av gomlum boripallum. Hetlendingar hava eitt so passaligt dýpi, at tað liggur væl fyri at koma inn við brúktu útgerðini, og at reinsa og skera hana upp til endurnýtslu. Strongu umhvørviskrøvini í oljuvinnuni gera, at hetta bæði er ein rein og lønandi vinna, sum verður ment saman við stórum altjóða arbeiðstakarum.
Hetlendingar sakna beinleiðis regluligt ferðasamband til Føroyar, men stjórin fyri ferðavinnustovnin Promote Shetland, Andy Steven, er bjartskygdur og sannførdur um, at tað eru nógvir ótroyttir møguleikar fyri felags marknaðarføring og menning av Hetlandi og Føroyum sum ferðamannalond. Hann helt bestu leiðina til samstarv vera at menna sambond og vinalag millum fólkini, ið her búgva og ikki einans við samskipaðari sølu til ferðafólk á stóru marknaðunum. Promote Shetland ger tí í summar eitt átak at stimbra ferðahugin hjá ungum hetlendingum at vitja Føroyar. Serliga hugsaði hann um føroysku tónleikafestivalarnar, sum eisini eru sera væl dámdir millum hetlendingar.
Landsstýrismaðurin heldur leiðina fram til Aberdeen at vitja stóru orkustevnuna All Energy.