Heilsufrøðiliga starvsstovan og Uttanríkis- og vinnumálaráðið eru saman við Røkt komin fram til eina loysn, sum tryggjar, at seinastu føroysku alisílini verða varðveitt, og at sílaaling aftur kann fáa fótin fyri seg í Føroyum.
Við einum fyribilsloyvi hevur Røkt havt tað, sum eftir er av føroysku sílastammuni, gangandi í niðaru byrgingini í Heygadali í Vestmanna. Myndugleikarnir hava í fleiri umførum longt aliloyvið hjá Røkt, men nú er ein endalig loysn í trimum stigum funnin
- Røkt fær eitt tíðaravmarkað aliloyvi til árslok 2020 at hava 3000 lívsíl gangandi í nótum í byrgingini í Heygadali
- Røkt fær eftir løggildum mannagongdum loyvi at slakta 130.000 síl, sum í løtuni ganga í nótum í Heygadali og selja tey til matna
- Í seinasta lagi 1. januar 2021 skal Røkt hava flutt tey 3000 lívsílini úr byrgingini í eina lívfiskastøð, sum felagið hevur fingið tilsøgn um lívfiskaloyvi til í Heygadali.
”Loysnin ber í sær, at vit nú langt um leingi kunnu líta frameftir í spurninginum um sílaaling. Vit varðveita føroysku sílastammuna, skapa karmar fyri framleiðslu av føroyskum sílum og tryggja, at sílaaling kemur um skipað viðurskifti og verður í fullum samsvari við galdandi lógir og reglur,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Stór undirtøka hevur verið í politisku skipanini fyri at varðveita føroysku sílini, men spurningurin um, hvussu tey skulu varðveitast hevur verið afturvendandi síðan ár 2000, tá myndugleikarnir góvu boð um at steðga aling á vøtnum og í byrgingum, har verjan ímóti smittuspjaðing ikki er eins góð sum á afturlatnum landstøðum og á sjónum.
Broytingarnar í alilógini, sum løgtingið samtykti í apríl, staðfesta bannið at ala á vøtnum og í byrgingum, men áseta eisini eina skiftistíð til 1. januar 2021. Loysnin, sum nú er funnin fyri føroysku alisílini, er skipað eftir hesum leisti.