Statens Luftfartsvæsen (SLV) hevur nú broytt mannagondirnar fyri, nær loftrúmið verður stongt orsakað av øsku í luftini
Føroyskt loftrúm meira opið
Statens Luftfartsvæsen (SLV) hevur nú broytt mannagondirnar fyri, nær loftrúmið verður stongt orsakað av øsku í luftini. Hetta ber væntandi í sær, at tað verður ikki neyðugt at steingja føroyska loftrúmið líka ofta og líka leingi sum áður. So leingi Eyjafjallajøkull goysir, slepst tó ikki undan, at flogferðslan verður nervað orsakað av øskuni. Broytingin í mannagongdunum hjá SLV er tikin eftir ICAO- fund í vikuni, har nýggj vitan um, hvussu øska frá Eyjafjallajøkli ferðast, hevur verið umrødd. Vinnumálaráðið luttók saman við SLV á fundinum.
Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur i hesum sambandi:
“Eg eri sera væl nøgdur við, at tað hevur verið møguligt at gera skjót framstig í hesum málinum, so loftvegis ferðasambandið til Føroya og úr Føroyum ikki verður nervað óneyðugt. Tað er tó umráðandi, at vit framhaldandi fylgja tí arbeiði, sum serfrøðingabólkarnir gera, og luttaka í arbeiðinum við broytingum í regluverkinum.”
Vinnumálaráðið hevur saman við Statens Luftfartsvæsen luttikið á ICAO-fundi, sum viðgjørdi reglurnar um flúgving í økjum, sum eru dálkað við øsku frá gosfjøllum. ICAO er altjóða flogferðslufelagsskapur sameindu tjóða (ST), og luttóku limalond úr Evropa og Norðuratlantshavi, umframt umboð fyri viðkomandi felagsskapir.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hitti fyrr í vikuni danska flutningsmálaráðharran Hans Christian Schmidt, har tað varð avtalað, at donsku og føroysku sjónarmiðini skuldu samansjóðast í sambandi við fundin. Áðrenn fundin við danska flutningsmálaráðharran hava Føroyar ikki havt møguleika at luttaka á ICAO- fundum.
Á ICAO- fundinum kunnaðu serfrøðingar um tær kanningar, sum eru og verða gjørdar fyri at fáa til vega størri vitan um, hvussu øskan ferðast, og ávirkanina á flogfør og motorar. Kjakast varð eisini um, hvørjar broytingar tað er møguligt at gera í europeisku og norðuratlantisku reglunum fyri flúgving í økjum, sum eru dálkað við øsku, bæði nú og seinni.
Nýggj vitan hevur longu haft við sær, at tað hevur borið til at gera neyvari metingar um, hvussu øskan ferðast. Tað er stovnurin Volcanic Ash Advisory Centre (VAAC) í London sum framleiðir tey kortini, sum verða nýtt til at meta um, hvussu øskan frá Eyjafjallajøkli ferðast, og hvussu konsentratiónirnar av øsku eru í luftini.
Statens Luftfartsvæsen hevur eftir ICAO- fundin broytt mannagongdirnar fyri, nær loftrúmið verður stongt, eins og fleiri evropeisk lond hava valt at gera. Broytingarnar eru galdandi fyri vanliga flúgving eins og tyrluflúgving. Nýggja mannagongdin fer væntandi at merkja, at tað ikki verður neyðugt at steingja føroyska loftrúmið líka ofta og leingi, sum áðrenn mannagongdin varð broytt.
So leingi Eyjafjallajøkull goysir, ber tó ikki til at sleppa undan at føroyskt loftrúm verður stongt, tá veður og vindur hava við sær, at konsentratiónin av øsku í føroyskum loftrúmi fer upp um tað ásetta markvirðið.
Vinnumálaráðið hevur skipað ein bólk við umboðum fyri Atlantic Airways, Vága Floghavn og Vinnumálaráðið at samskipa arbeiðið frá føroyskari síðu.