20.04.2016 · Umhvørvismálaráðið

Føroyskt ferðavinnuátak í Moskva

Føroyskt ferðavinnuátak í Moskva

19. apríl skipaði sendistova Føroya í Moskva fyri ferðavinnuátakinum “The Faroe Islands: untrodden, unexplored, unbelievable” á hotellinum Courtyard Moscow Paveletskaya.

Endamálið við tiltakinum var at varpa ljós á Føroyar sum ferðafólkaland og knýta sambond millum føroyskar og russiskar ferðavinnufyritøkur. Á tiltakinum vóru framløgur um Føroyar, og borðreitt var við mati úr føroyskum rávørum.

20 russiskar ferðavinnufyritøkur tóku lut, og úr Føroyum luttóku 62N, Make.fo, Greengate, Atlantic Airways og Smyril Line.

Myndir frá ferðavinnutiltakinum.