Føroyski uttanríkis- og vinnumálaráðharrin á fundi við donsku sendiharrarnar
Latið okkum samstarva betur um at røkka út í heim
Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, hitti mikudagin 24. august alt tað danska sendiharraliðið, sum var savnað úr øllum heimsins heraðshornum á felags sendifólkadegi í danska uttanríkisráðnum.
Føroyski ráðharrin greiddi frá teim avbjóðingum, ið Føroyar standa við í millumtjóða høpi. Hann vísti á raðfestingar landsstýrisins, serstakliga strembanina eftir at fáa betri marknaðaratgongd við at virka fyri fríhandilssáttmálum, føroyskum limaskapi í WTO og EFTA, og at menna betri samstarvskarm við Evropasamveldið. Eisini nevndi hann, at Føroyar fara í næstum at senda inn umsókn um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlendska samstarvinum.
Eisini vísti Poul Michelsen á stóra týdningin hjá einum landi av at hava eitt gott umdømi uttanlands, og heitti á donsku sendiharrarnar um at hugsa Føroyar inn í teirra virksemi úti um heim, og hann bar fram ynski um eitt enn betri samstarv við donsku sendistovurnar.
Røðan sæst her