17.05.2010 · Umhvørvismálaráðið

Føroyskar fyritøkur møtast við risa amerikonskum fyritøkum, sum leita eftir samstarvsfeløgum og íverksetarahugskotum

Mikudagin 19. mai 2010 luttaka fleiri føroyskar fyritøkur í “Green Partnerships”, sum er eitt tiltak í Keypmannahavn, har fleiri av mætastu fyritøkunum úr USA eisini luttaka

Mikudagin 19. mai 2010 luttaka fleiri føroyskar fyritøkur í “Green Partnerships”, sum er eitt tiltak í Keypmannahavn, har fleiri av mætastu fyritøkunum úr USA eisini luttaka. Fyritøkurnar úr USA hava leitað sær til Keypmannahavnar at leita eftir nýggjum íverksetarahugskotum og nýggjum samstarvsfeløgum innan grøna vinnuøkið.
Amerikonsku fyritøkurnar, sum fara at hava fund við føroysku fyritøkurnar, eru ikki hvør sum helst. Talan er um fyritøkurnar Boeing, General Electric, Johnson Controls, Honeywell og Locheed Martin. Hesar fyritøkurnar hava hvør í sínum lagi avtalað fund við føroysku fyritøkurnar fyri at tosa um vinnuligar møguleikar.
Sum dømi kann nevnast, at Honeywell hevur biðið um fund við Vága Floghavn um møguleikan at nýta Vága Floghavn sum royndarstøð, tá talan er um nýggja tøkni innan flogferðslu. Eisini hevur stórur áhugi verið fyri teimum smáu íverksetarafyritøkunum Green IQ og EVE, sum eisini luttaka mikudagin.
Johan Dahl, landsstýrismaður sigur:
“at tað er ein stórur møguleiki fyri føroysku fyritøkurnar at sleppa í samband við so mætar og innovativar amerikanskar fyritøkur. Talan er um amerikanskar fyritøkur, sum á altjóða pallinum hava klárað seg framúr væl. Hesar fyritøkurnar hava allar menningardeildir og eru tí alla tíðina úti um seg og leita eftir nýggjum møguleikum”.
Føroysku fyritøkurnar, sum luttaka á Green Partnership, eru: Røkt, SEV, Føroya Tele, Vága Floghavn, EVE, Green IQ, Bitland og Finnur Sivertsen Arkitektar.
Tað eru Vinnumálaráðið og Invest.fo sum samskipa tiltakið fyri føroysku fyritøkurnar.
 Meira fæst at vita á tlf. 556090.