Framyvir kunnu føroyskar fyritøkur í samstarvi við granskingarstovnar søkja um stuðul úr Innovationsfonden til vinnuligar phd-verkætlanir.
Skipanin við vinnu-pdh fremur samstarv millum fyritøkur og granskingarstovnar við at fíggja vinnuligar phd-verkætlanir. Tann pdh-lesandi er í starvi hjá bæði fyritøku og granskingarstovni ella fróðskaparsetri, ið fáa stuðul til arbeiðsløn og undirvísingarkostnað.
“Tað er gleðiligt, at vit nú endiliga hava fingið atgongd til vinnu-phd skipanina hjá Innovationsfonden”, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. “Vit hava leingi verið í eini tilgongd at fáa føroyskar fyritøkur fevndar av skipanini, og hetta er eisini eitt av tilmælunum í Heildarætlanini fyri Fólkaflyting og Fólkavøkstur.
“Málrættað vinnulig gransking økir um vitanargrundarlagið og førleikarnar í føroyskari vinnu, styrkir útbúgvingarumhvørvið, og mennir førleikar til nýskapan og íverksetan í Føroyum”, sigur Johan Dahl.
Komandi trý árini eru settar av 1,7 mió. kr. árliga til føroyskar og grønlendskar fyritøkur at søkja. Í 2015 eru umsóknarfreistirnar tann 5. mai og tann 8. september.
Nærri kunning um vinnu-ph.d. skipanina hjá Innovationsfonden, herundir umsóknartreytir o.a., eru at finna her
Meiri kunning um Innovationsfonden at finna á heimasíðuni www.innovationsfonden.dk