03.06.2010 · Umhvørvismálaráðið

Føroyskar fyritøkur atgongd til útlendskar grunnar

Invest in the Faroes skrásetur útlendskar grunnar, sum hava heimild at gera íløgur í føroyskt vinnulív. Millum hesar er Northzone Ventures

Tað eru langt frá allir útlendskir vinnugrunnar, ið hava heimild til at seta pengar í føroyskar fyritøkur og vinnuvirksemi. Men føroysk íverksetarahugskot og føroyskar fyritøkur eru vælkomnar at søkja um íløgupening frá stóra grunninum Northzone Ventures.

Northzone Ventures setur pengar í smáar og størri fyritøkur. Grunnurin setur pening í virkir, sum hava møguleikar at vaksa seg stór á heimsmarknaðinum. Gregers Kronborg, forstjóri, sigur at:
“Virkir, sum seta sær lægri mál enn at verða best, kunnu væl vera sunn og góð virkir. Men Northzone setur bert pening í virkir, sum seta sær høg mál – ongantíð ov høg”.
Northzone Ventures ger íløgur í tøkni so sum kunningartøkni, alnetið, og cleantech.
Um føroyskar fyritøkur ynskja meira kunning um Northzone Ventures, kunnu tær venda sær til Invest in the Faroes (www.invest.fo) ella hyggja á heimasíðuna www.northzone.com