Vinnumálaráðið hevur fingið váttan frá danska búskapar- og vinnumálaráðnum um, at ætlanin er, at føroyskar útflutningsfyritøkur, á jøvnum føti við danskar, fáa atgongd til 20 mia. kr., ið eru markaðar til útflutningslán
Gøtan verður nú greidd fyri føroyskar útflutningsfyritøkur, ið seinastu mánaðirnar hava havt trupulleikar av vantandi útflutningskredittum.
Ætlanin er, at føroyskar útflutningsfyritøkur fáa – á jøvnum føti við danskar útflutningsfyritøkur – atgongd til 20 mia. kr., sum í sambandi við Bankapakka II verður sett av til útflutningslán. Harumframt eru Føroyar fevndar av vanligu skipanunum, ið Eksport Kredit Fonden hevur.
- Siktið hjá okkum er at styrkja føroysku útflutningsvinnuna, nú fíggjarkreppan sansar at hjá fleiri. Vónandi vilja okkara útflutningsfyritøkur brúka nýggju møguleikarnar og prógva, at hetta ber til, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Orsakað av heimsfevnandi fíggjarkreppuni veita bankar og fyritøkur ikki í sama mun sum áður útflutningskreditt, tvs. útflutningslán og – trygd. T.d. hava fiskaútflytarar havt trupult við at avseta vørur sínar uttanlands, tí trygd kann ikki veitast fyri, at útflutningsfyritøkan veruliga fær pening fyri vøruna, eftir at hon er avskipað.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur arbeitt við at loysa henda trupulleika fyri føroyskar útflutningsfyritøkur.
Í desember var hann, saman við umboðum fyri føroyska vinnu, á fundi við Eksport Kredit Fonden og kannaði møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum at brúka eksportgarantiskipanir hjá Eksport Kredit Fonden.
Fyrr í januar heitti landsstýrismaðurin somuleiðis á danska Búskapar- og Vinnumálaráðið, ið varðar av Eksport Kredit Fonden, um, at føroyskar fyritøkur verða fevndar av teimum 20 mia. kr., ið settar verða av til útflutningslán.
Jaligt svar er júst komið frá danska Búskapar- og Vinnumálaráðnum, og tað fegnast landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið um.
Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum avgreiðir væntandi fyrst í februar formligu viðurskiftini kring útflutningslán. Samstundis arbeiðir Eksport Kredit Fonden við praktisku viðurskiftunum.
Vinnumálaráðið boðar frá so skjótt, føroyskar fyritøkur kunnu søkja útflutningslán frá Eksport Kredit Fonden.