21.07.2014 · Umhvørvismálaráðið

Føroyska vinnan á rættari kós

Politiskir málsetningar. Samgongan setti sær fyri í oktober 2011 at skapa betri karmar og fortreytir fyri at fremja vinnuliga menning og búskaparvøkstur. Eitt nú setti samgongan sær fyri at orða eina ferðavinnustrategi, menna alivinnuna, menna innanoyggja ferðasambandið, bíligari og tættari ferðasamband við útheimin, halda fram við at menna eina oljuvinnu o.a.

Frá tí at byrjað verður at arbeiða við politiskum málum og verkætlanum og til úrslitini vísa seg, tekur tíð og við hvørt upp til fleiri ár. Tað, sum ræður um, er at velja politisk mál og verkætlanir, sum veruliga flyta mørk og kunnu menna vinnuna og samfelagið annars.

 

Fyri landsstýrið hevur tað alstóran týdning, at búskaparvøksturin er vinnudrivin ella kemur frá vinnuligum virksemi og vøkstri - og uppá sikt ikki frá lánifíggjaðum virksemi á fíggjar­lógini. Ein hægri vælstandur ella ein búskaparvøkstur frá vinnuligum virksemi hevur aftur við sær, at vælferðartænasturnar til borgaran kunnu mennast og styrkjast.

 

Úrslit – verksett mál og verkætlanir

Tað er onki at ivast í, at fleiri av politisku átøkunum og avgerðunum hava verið rættar og nú vísa seg at geva úrslit. Tað hendir tí í løtuni nógv positivt í vinnuni og samfelagsbúskapinum. 

Tað er vert at nevna nakrar verkætlanir, sum nú eru lidnar og fara at virka í vinnuni og samfelagnum at gagni. Eitt nú er nýliga gjørd ein útbygging av flogvøllinum, herundir leingjan av flogvøllinum og ein nýggjur terminalur.

Nýliga er slóðað fyri, at almenna føroyska flogfelagið Atlantsflog kann planleggja og virka meira frælst frá ymiskum áhugamálum og nú betri tryggja bestu og bíligastu ferðamøguleikarnar til føroyingar og føroysku vinnuna. Hetta kundi lata seg gera, við at felagið keypti aftur privatu partabrøvini í felagnum.

 

Leiðslan i Atlantsflog hevur lagt eina strategiætlan fyri Atlantsflog, sum leggur upp til, at kundin skal setast í fokus. Strategiætlanin hevur við sær, at kundin nú bíligari og lættari kann ferðast og til fleiri fastar destinatiónir til grannar okkara. 

Hetta eigur eisini at fáa stóran týdning fyri menningina av ferðavinnuni og annars skapa størri fleksibilitet og mobilitet fyri føroyingar, vinnuna og útlendingar.

Loftvegis sambandið er ein vitalur partur av menningini av okkara samfelag og komandi vøkstrinum i okkara ferðavinnu. 

Í løtuni verður nýggja Skúvoyarskipið gjørt klárt og verður hetta eitt stórt framstig fyri tey, sum búgva í oynni og tey, sum skulu til og frá.

 

Á øðrum málsøkjum henda eisini broytingar, eitt nú á eldraøkinum, hægri veiðikvotur, fleiri byggiverkætlanir (skúlar og tunlar). Harafturat gera kommunurnar stórar íløgur.  

Tað skal viðmerkjast, at sjálvt um lagdar eru politiskar strategiætlanir og aðrar ætlanir, so koma úrslitini ikki av sær sjálvum – tað skal arbeiðast hart fyri at fylla út karmarnar og gera ætlanirnar til veruleika.

 

Politiskar framtíðarætlanir

Tað verður framhaldandi arbeitt við mennandi verkætlanum fyri vinnuna.

 

Í alivinnuni verður arbeitt við at fara undir aling á m.a. Sandsvág og Skúvoyarfirði, Svínoyarfirði og Hvalbiarfirði. Hetta vil skapa økt virksemi og fleiri arbeiðspláss.

Alingin er og verður ein alt størri fíggjarligur hornasteinur hjá samfelagi okkara og stendur nu sambært seinastu hagtølunum fyri um helminginum av okkara útflutningsvirði. Tað er at frøast um, men tað er umráðandi at vit tryggja áhaldandi burðardygd, bæði umhvørvisliga, fíggjarliga og hvat sjúkufyribyrging viðvíkur.

Hildið verður fram við at marknaðarføra leitimøguleikar eftir olju.

 

Á orkuøkinum verður hildið fram við útbyggingunum, sum hava til endamáls at gera Føroyar minni heftar at olju, men ístaðin brúka vatn- og vindorku sum varandi orkukeldur. Eisini eru skaptir karmar fyri, at aðrir aktørar sleppa framat at framleiða varandi orku. I næstum verða loyvi endurnýggjað, eins og lagt verður upp til at eggja brúkarunum at flyta yvir til at nýta varandi orku til upphiting, flutning o.a.

 

Arbeitt verður við at lata byggja eina Nólsoyarferju.

 

Farið verður undir at gera lýsingar og kanningar av, hvørt tað er ein fíggjarligur og tænastuligur fyrimunur at bjóða út almennar tænastur, eitt nú á samferðsluøkinum.

 

Skipan er gjørd saman vid útlendingastýrinum i Danmark, so tað er lættari og smidligari hjá útlendskari arbeiðsmegi at fáa atgongd til føroysku byggivinnuna og skipasmiðjuvinnuna og ætlanin er at gera nýggja avtalu við danir, sum avloysir avtaluna frá 1993. 

Vækstfonden fer í nærmastu framtíð eisini at galda fyri føroyskar verkætlanir, sum hava vakstrarmøguleika, tað síggi eg sum eitt stórt stig framá og hevur hesin møguleiki væntað í Føroyum í mong ár. 

 

Útlitini og potentialið

 

Útlitini eru góð fyri føroysku vinnuna og samfelagsbúskapin, men tað skulu framhaldandi takast politiskar avgerðir og handling, sum tryggja, at ætlanirnar kunnu gerast veruleiki og skapast kunnu ítøkilig úrslit.

 

Framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað ger framburður ikki. Tí er neyðugt við øllum góðum politiskum, vinnuligum og fólksligum kreftum at tryggja framhaldandi dynamikk og framburð.

 

Potentialið í vinnuni er stórt, vit skulu bara tryggja okkum, at karmarnir, bygnaðurin og ætlanirnar eru tær bestu. Harafturat krevja góðar tíðir skilagóða leiðslu, planlegging og stýring.

 

Johan Dahl

landsstýrismaður í vinnumálum