20.01.2016 · Umhvørvismálaráðið

Føroyar til ST hoyring

Føroyar til ST hoyring

Føroyar skulu til ST hoyring 21. januar í Genéve. Tað er landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen,  sum umboðar Føroyar til hoyringina.

Hoyringin er liður í Universal Periodic Review (UPR) tilgongdini hjá ST. Hetta er ein tilgongd, har øll ST limalond lata eina frágreiðing inn og síðani skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta mannarættindastøðuna í landinum.

UPR er sermerkt í mun til aðrar ST-hoyringar, sum taka støði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, og har tað eru serfrøðingarnevndir, ið standa fyri hoyringunum. UPR fevnir um allar ST mannarættindasáttmálar, og tað er Mannarættindaráðið, ið stendur fyri hoyringini.

Sum liður í tilgongdini skipaði táverandi Uttanríkistænastan fyri einari almennari hoyring 27. mai í Posthúskjallaranum. Endamálið við hoyringini var, at borgarar og áhugabólkar kundu siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í landinum.

Føroyar hava latið serstakt ískoyti til frágreiðingina til ST saman við Danmark og Grønlandi , har atlit verða tikin til, hvat kom fram á hoyringsfundinum í vár.

Til ber at lesa frágreiðingina her. (Føroyska ískoyti er á s. 18 – 21)

Meir fæst at vita við at venda sær til Margrethu Nónklett, fulltrúa á tlf. 556130, margrethan@uvmr.fo