16.09.2017 · Umhvørvismálaráðið

Føroyar til hoyring í barnarættindasáttmálanum

Føroyar til hoyring í barnarættindasáttmálanum

Føroyar vóru til hoyring hjá ST í gjár í sambandi við sáttmálan um barnarættindi, sum hevur verið í gildið fyri Føroyar síðani 1993. Hoyringin fór fram í Geneve á høvuðssætinum hjá hákommiserinum hjá ST fyri mannarættindum.

Føroyar lótu í 2016 frágreiðing til ST, um hvussu rættindini sambært sáttmálanum verða tryggjaði í Føroyum. Hoyringin tók støði í hesi frágreiðing, og millum annað eisini skuggafrágreiðing frá Barnabata.

Serfrøðinganevndin fegnaðist um, at Føroyar síðani seinastu hoyring hava tikið undir við sáttmálaískoytinum um at basa barnasølu, barnaprostitión og barnapornografi.

Nevndin var áhugað í at hoyra nærri um íverksetan av ískoytissáttmálanum, og hevði eisini spurningar um  barnafátækradømi, kynsliga misnýtslu, fosturtøku, lóggávu at basa mismuni og atgongd há børnum til telefoniska ráðgeving.

Niðurstøður og tilmæli frá serfrøðinganevndini verða almannakunngjørd í næstum og verða løgd á heimasíðuna hjá bæði Almannamálaráðnum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Umboð fyri Almannamálaráðið og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið umboðaðu Føroyar til hoyringina.

Meir fæst at vita við at venda sær til Margrethu Nónklett, fulltrúa á tlf. 556130