05.10.2014 · Umhvørvismálaráðið

Føroyar talgildast: Betri, lættari og bíligari fyri samfelagið

Samfelagið skal komandi árini flytast enn meira inn í ein talgildan veruleika, har ið tað almenna samskiftir og veitir borgarum og fyritøkum tænastur í talgildum formi.

Tveir landsstýrismenn taka nú í felag nøkur týðandi tøk fyri at flyta Føroyar fram á leið og inn í talgilda heimin.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnnumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hava nú sett gongd á eina ætlan, sum skal talgilda Føroyar.

- Borgarar og fyritøkur hava krav upp á nútímans tænastur, og heildarætlanin fyri talgildingina skal vera við til at økja kappingarføri, vøkstur og framleidni.  Ein týðandi vinningur verður, at almenni geirin kann arbeiða skynsamari og geva rúm fyri avbjóðingum, sum framtíðin hevur við broyttari aldursamanseting og færri fólkum í arbeiðsfjøldini, siga teir báðir landsstýrismenninir.

Heildarætlanin fyri talgildingina av Føroyum ber millum annað í sær, at borgarar og virkir skulu kunna samskifta enn meira talgilt við tað almenna, og at tær tænastur hjá tí almenna, sum kunnu, skulu vera tøkar talgilt.

Ein grundarsteinur undir talgilda samfelagnum er ein trygg talgild undirskrift, sum bæði almenni geirin, borgarar og vinnan kunnu brúka. Hetta økið er raðfest á fíggjarlógini fyri 2015. Ítøkiligt uppskot verður gjørt til skipan av talgildingini av øllum tí almenna geiranum, við raðfestingum, tíðar- og fíggjarætlan fyri arbeiðið, sum skal gerast komandi árini.

Arbeiðið verður gjørt í samstarvi millum Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið.  

- Talgildu Føroyar-ætlanin er umráðandi og ein treyt fyri, at okkara samfelag framhaldandi skal vera á hædd við onnur framkomin lond, siga Johan Dahl og Jørgen Niclasen, landsstýrismenn.