12.08.2009 · Umhvørvismálaráðið

Føroyar sum Íløguland

Fyrireikingar at marknaðarføra Føroyar sum íløguland eru komnar væl áleiðis og væntast kann, at Vinnumálaráðið byrjar ta fyrstu herferðina seinni í 2009.

Royndir aðrastaðni vísa, at peningur nýttur til marknaðarføring av londum sum íløguøki er væl brúktur peningur. Miðvís marknaðarføring kann nevnliga geva upp til 20 krónur aftur fyri hvørja krónu, sum verður brúkt.

Tað er vanligt í nógvum londum, at tað almenna er við í arbeiðinum at fremja íløgur frá útlendskum íleggjarum. Hetta kann verða íløgur í verandi føroyskar fyritøkur ella nýggjar íverksetarafyritøkur.

Harumframt  kann talan eisini verða um at eggja útlendskar íleggjarar at seta á stovn fyritøku í Føroyum. Felags fyri hesum er, at tað viðvirkar til at økja um virksemi í landinum, skapar arbeiðspláss og er í nógvum førum við til at menna tøknina og førleikar í landinum.

Vinnumálaráðið hevur góðar royndir við at marknaðarføra FAS (Føroyar Altjóða Skipaskráseting), sum uppá lutfalsliga stutta tíð hevur givið góð úrslit. Marknaðarføringin av FAS hevur verið ógvuliga málrættað og saman við tí netverki sum FAS hevur uppbygt, er hetta fremsta orsøkin til, at FAS hevur givið so gott úrslit. Hesar royndir fer Vinnumálaráðið at byggja víðari uppá í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum íløguland.