Í døgunum 19.-21. oktober tók Poul Michelsen, landsstýrismaður, lut í altjóða ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík. Talan er um eina av heimsins størstu ráðstevnum av sínum slag – fleiri enn 2000 luttakarar úr úti við 100 londum vóru við, teirra millum stjórnarleiðarar, ráðharrar, tingfólk, vinnulívsfólk og granskarar.
Í røðu síni undir setanini legði Poul Michelsen dent á, at tað er týdningarmikið fyri Føroyar at vera virknar í altjóða samstarvi.
“Vit at samstarva gerast vit betri før fyri at taka ímóti stórum felagsavbjóðingum sum eitt nú veðurlagsbroytingum.”
Undangonguland
“Tá ið talan er um avbjóðingar í sambandi við at reka vinnu, um demografiskar avbjóðingar og um fjarstøðu frá umheiminum, eiga vit í Norðurhøvum og í Arktis at ganga odda fyri at vísa, at hetta ikki eru forðingar og trupulleikar, men heldur eru grundarlagið undir støðugari nýhugsan, sum er við til at skapa vøkstur og burðardygga menning,” segði landsstýrismaðurin.
Hesin boðskapurin varð gjørdur ítøkiligur á tiltakinum Føroyar: ein fyrimynd í Arktis, har Poul Michelsen legði fyri við at vísa á trý øki, har Føroyar eru undangonguland í altjóða høpi: í alivinnuni, í talgilding og í umskiftinum til grøna orku.
Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, greiddi eisini frá týdninginum, eitt væl ment digital undirstøðukervi bæði innlendis og við umheimin hevur fyri føroyska samfelagið. Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrosti, legði fram um alivinnuna í Føroyum, sum í altjóða høpi verður mett sum heimsins fremsta, tá talan er um dygd, tøkni og nýskapan.
Geopolitikkur á breddan
Heimurin eru seinni árini farin at líta alsamt meira norðureftir. Tí skipaði Útnorðurráðið fyri tiltaki um geopolitisku støðuna í Útnorðri. Landsstýrismaðurin legði dent á, at sáttmálar, stovnar og samstørv eiga at vera grundarlagið undir millumtjóða og altjóða virksemi.
“Nú viðurskiftini eru spentari enn tey hava verið í nógv ár, er so hugsandi, at okkara øki aftur kann gerast eitt vegamót fyri áhugamál hjá stórveldunum í okkara tíð? Og um so er, hvussu kunnu vit so fyrireika okkum og hvat skulu vit hava í huga – bæði sum samlað øki og einstøk lond – til tess at møta avbjóðingum og taka av møguleikum í hesum sambandi?” spurdi Poul Michelsen millum annað í røðu síni.
Undir ráðstevnuni hevði landsstýrismaðurin eisini fundir við millum onnur fyrrverandi forseta Íslands, Ólaf Ragnar Grímsson, japanska uttanríkisráðharran Taro Kono, skotska stjórnarlimin við ábyrgd fyri uttanríkismálum Fionu Hyslop og Sergey Kislyak, sum er russiskur senatorur og fyrrverandi sendiharri í m.a. USA og NATO.
Her ber til at lesa setanarrøðuna, røðuna um geopolitikk og røðuna til tiltakið um Føroyar: ein fyrimynd í Arktis, sum Poul Michelsen helt í Reykjavík.