Seinastu upptøkurnar til Hollywood filmin, Submergence, vórðu gjørdar í gjárkvøldið, og sambært teimum, ið hava staðið fyri upptøkunum, hevur alt hilnast sera væl.
“At filma í Føroyum var ein dreymur, ið gjørdist veruleiki,” sigur filmsleikstjórin, Wim Wenders.
“Oyggjarnar eru so sera flottar, ljósið er einastandandi, og føroyingar eru fyrikomandi og gávumildir. Eg havi torført við at skilja, hvussu tað ber til, at hetta er fyrsti stóri altjóða filmurin, ið hevur uppdagað hetta grøna paradís.”
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur latið pening til verkætlanina við tí fyri eyga at menna føroysku filmsvinnuna. Uttanríkis- og vinnumálaráðið fær atgongd til ymiskt tilfar frá filminum, sum kann brúkast í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar, umframt at fólk úr føroysku filmsvinnuni hava havt leiklutir í verkætlanini. Mett verður, at Submergence kann gerast ein góð royndarverkætlan í mun til at menna skapandi vinnur í Føroyum.
Eftir ætlan hevur Submergence frumframsýning á Cannes festivalinum í mai 2017.