Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur avrátt við norska fiskimálaráðharran, at londini skulu miða eftir at víðka um granskingarsamstarvið. Kannað verður eisini, um Føroyar kunnu gerast partur av granskingarsamstarvi millum Noreg, Skotland, Kanada og Chile
Føroyski landsstýrismaðurin í vinnumálum og norski fiskimálaráðharrin hava umrøtt mál av felags áhuga fyri londini. Hetta hendi í gjár, tá ið Johan Dahl og Lisbeth Berg-Hansen hittust í Brússel á stóru europeisku fiskivinnuráðstevnuni, European Seafood Exposition.
Tey bæði umrøddu serliga alivinnu og gransking innan fiskaaling, har ið bæði Føroyar og Noreg standa sterk altjóða sum útflytarar av alifiski.
- Føroyar hava áhuga fyri menning og nýskapan innan fiskaaling og alivinnu. Vit vilja vera við heilt frammi í oddinum. Tí er umráðandi, at føroyskir granskarar fáa høvi at granska t.d. saman við norskum granskarum um týðandi verkætlanir.
Semja er um at miða eftir at víðka um granskingarsamstarvið. Ein møguleiki er at stovna eina felags pulju, haðani granskarar kunnu søkja fígging til felags verkætlanir, og at t.d. ph.d-lesandi úr Føroyum kunnu granska í Noreg og øvugt.
Á fundinum bjóðaði norski fiskimálaráðharrin sær til at virka fyri, at Føroyar eisini kunnu luttaka í granskingarsamstarvinum millum Noreg, Skotland, Canada og Chile.
Johan Dahl og Lisbeth Berg-Hansen kunnaðu um aktuell viðurskifti.
Landsstýrismaðurin greiddi m.a. frá broytingum í eigaraviðurskiftum í føroysku alivinnuni og frá royndum við aling á opnum havi. Fiskimálaráðharrin greiddi frá, hvussu norska stjórnin vil leggja nýggjar normar fyri biomassa og meira afturhaldni í nytslu av aliøkjum.
Norski ráðharrin ynskti á fundinum at nema við ósemjuna um silda- og makrelveiðu í Norðuratlantshavi.
- Hóast eg fyrisiti annað málsøki, nýtti eg høvið at greiða frá føroyskum sjónarmiðum, herundir hví landsstýrið ynskir eitt øðrvísi kvotabýti enn áður. Ráðharrin førdi fram norsk sjónarmið, og vit eru á einum máli um, at ósemjan má loysast, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum nýtti á fundinum høvið at bjóða Lisbeth Berg-Hansen á vitjan í Føroyum.