Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur í dag havt ein netfund við grønlendsku landsstýriskvinnuna Naaja H. Nathanielsen
Á fundinum umrøddu tey ójøvnu kappingina sum er í farmasiglingini til og úr Grønlandi.
“Meðan grønlendsk skip kunnu sigla við farmi til og úr Føroyum, so kunnu føroysk skip ikki sigla farm til og úr Grønlandi, tí har er einkarættur galdandi,” sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Hann sigur, at bara Royal Arctic Line hevur loyvi at sigla farmasigling millum Grønland og onnur lond, og millum grønlendskar havnir, men sama Royal Arctic Line hevur tó seinastu tíðina, saman við íslendska Eimskip, siglt við farmi til og úr Føroyum.
“Tað kann ikki vera rætt, at skip úr øðrum londum kappast frítt móti føroyskum reiðaríum á Føroyaleiðini, meðan føroysk skip ikki fáa atgongd til teirra havnir,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann hevur tí samskift seinasta hálva árið við grønlendska landsstýrið um spurningin, og í dag var fyrsti fundurin millum partarnar um málið.
Helgi Abrahamsen sigur, at enn røkist ikki fyri nakrari semju, men partarnir hava avtalað at hittast aftur seinni í ár.